Johan Dahl eigur at sleppa at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Tað siga 32 kend, og ókend, sambandsfólk, nú í eini almennari fráboðan, har tey stuðla Johan Dahl.
Andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilsskipanini, men tað hevur elvt til kreppu í samgonguni, at Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur boðað frá, at hann tekur undir við uppskotinum.
LES EISINI: Johan Dahl leggur eina bumbu undir samgonguna
– Við hesum skrivi vilka vit vísa okkara stuðul til Johan Dahl, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, ið alment hevur váttað at stuðla uppskotinum. Tað er eitt uppskot, ið tryggjar samkyndum javnbjóðis rættindi til familjulív saman við sínum børnum í barsilsskipanina, siga tey.
LES EISINI: Johan Dahl kann ikki halda fram í samgonguni
– Vit meta, eins og Johan Dahl skrivar í sínum viðmerkingum, at vit í Føroyum hava eitt sera fjølbroytt og samansett samfelag. Tað er í samsvari við kjarnuvirði Sambandsfloksins, at vit í Føroyum vilja hava eitt samfelag fyri øll, og eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast.
– Tað skal vera rúm fyri øllum - eisini samkyndum foreldrum við børnum - og tað samsvarar eisini best við altjóða skyldur Føroya á mannarættindaøkinum, nevniliga at tryggja ímóti diskriminatión í sambandi við rættin til familjulív umvegis eitt nú barsilsskipanina.
Tey 32 sambandsfólkin vísa á, at í 2017 varð hjúnabandslógin samtykt, og við hesari broyting er vanligur siður, at fylgilógir eisini verða broyttar samsvarandi. Vit síggja málið sum ein avgreiðsluspurning.
– Hetta ítøkiliga málið er gjørt til eitt etiskt mál, har tað altíð hevur staðið tinglimum úr flestu flokkum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring - eisini í Sambandsflokkinum.
– Eitt av kjarnuvirðunum í Sambandsflokkinum er eitt frælst samfelag fyri øll, har øll eru líka fyri lógini. Tískil vilja vit við hesum skrivi vísa okkara stuðul til støðutakanina hjá Johan Dahl í hesum so týðandi og prinsipiella máli.
– Við hesum strika vit samstundis undir, at tað skal standa tinglimum úr Sambandsflokkinum frítt at atkvøða eftir egnu sannføring í etiskum málum.
Teir 32 limir í Sambandsflokkinum sum hava skrivað undir stuðulsváttanina, eru:
Allan Skaalum
Anja Haldansen
Anna Falkenberg
Anna-Mari Nielsen
Árni Guldborg Nielsen
Beate Lindenskov Samuelsen
Bent J. Hansen
Birgir Ferjá Heldarskarð
Eivin Helgi Jacobsen
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum
Eyðdis Hartmann Niclasen
Eydna Gleðisheygg
Gitte Klein
Hans Hjørleivur Magnussen
Harriet Høgnesen
Ingi Mittún
Jákup Sverri Kass
Jógvan Jensen
Linnéa L. Petersen
Magdalena Mørk
Magnus Herdalur
Magnus Reinert Hansen
Niels Nattestad
Olivia Kruse
Petur Ellefsen
Petur Frank Jákupsson Holm
Petur Hansen
Petur Weihe
Petrina Berg á Lag
Sofus Hansen
Sunrid Traðará
Thordis Skaalum