Á tingsins røðarapalli var tað at vera samkynt skírt at vera óføroyskt. Haldi at tað er ræðandi, at vit í einum framkomnum demokratiskum samfelag skulu uppliva, at fólkavaldu tinglimir okkara leggja eftir ávísum samfelagsbólkum og skíra okkum óføroysk. Hava tit nakra hóming av, hvussu tað er at verða skírd óføroysk, tí ein er samkynt/ur? Hví skulu vit vera verri føroyingar, tí vit eru samkynd? Lat meg sláa fast, at tað finnast nógvir samkyntir føroyingar, og at hetta als ikki er eitt óføroyskt fyribrygdi. Vit eru eisini føroyingar, og vit eru til staðar í føroyska samfelagnum, og eru eisini góð við Føroyar og føroyska samfelagið. Tí nívir tað, at verða skírd óføroysk. Stundin er tí komin, at føroyskir politkarar taka avgerðir út frá veruleikanum.
At løgtingið við 2. viðgerð samtykti at taka 266b, stk. 2. burtur, og eisini samtykkir at strika orðingina »seksuel orientering« úr tveimun øðrum greinum, vísir enn einaðferð, at tað eru religiøsu fundamentalistisku kreftirnar, ið stýra løgtinginum og harvið eisini Føroyum. Eg vóni, at tingfólk eru at sær komin og fella uppskotið við 3.viðgerð.