Samkynd aftur í trivnaðarnevndini

Bert 18 tímar eftir at málið var beint aftur í nevnd, hevur trivnaðarnevndin fund

Løgtingið samtykti í gjárkvøldið at beina uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga, aftur í nevnd.

 

Og longu nú klokkan 13.30 hevur trivnaðarnevndin fund um málið aftur. Vanligt er annars, at eitt sindur av tíð gongur áðrenn málið verður tikið uppaftur, men nú verður tað viðgjørt aftur longu í dag.

Familjurættur, sum eisini umfatar júst hjúnabandsviðurskifti, skulu yvirtakast og í dag boðaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna frá, at arbeiðið er í gongd og at lógin verður yvirtikin í 2018.