Samkomurnar spenna seg út

Tær báðar størru samkomurnar í Fuglafirði fara eisini at gera vart við seg um vikuskiftið.

Sambært skránni so verður opið hús í Siloa fríggjakvøldið frá kl. 21.
Leygarkvøldið kl. 21:30 skipar Thabor fyri ungdómsmøti, har John Petersen fer at tala. Á hesum møtinum verður somuleiðis tónleikaframførsla, eins og dramabólkurin Nuntius fer at framføra eitt stykki.
Seinni sama kvøld verður ein café í Thabor, har A Capellabólkurin úr Eysturoynni fer framføra. Við hetta tiltakið verður andakt og okkurt gott til matna.
Sunnudagin kl. 16 hevur Thabor útimøti á økinum omanfyri Mentanarhúsið.