Eftir 16 árum er talið av samkomum økt úr 36 til 312, veit blaðið ”Hin góði boðskapurin” at siga.
Felagsskapurin varð skrásettur sum egið kirkjusamfelag í 1990, og síðani hevur vøksturin verið stórur og er tað framvegis.
Forsetin í felagsskapinum, Vasili Rachinets er ein virdur leiðari. Hann er m.a. við í einum forumi av kirkjuleiðarum, sum ráðgeva sjálvum forsetanum í landinum, Viktor Jusjtsjenko.









