Meinigheits- og missiónshúsini í Suðuroy styrkja nú enn meira um felagsarbeiði. Sunnukvøldið verður tí skipað fyri felagsmøti í missiónshúsinum á Tvøroyri.
Tað hevur leingi verið umrøtt, at gagnnýta tær lokalu kreftirnar enn meira, og fáa møtir og annað meira tíðarhóskandi og vent til familjurnar eisini.
Fyrsta stigið verður nú tikið, við einum felagsmøti á Tvøroyri. Hetta kvøldið hevur Jógvan Højgaard trúboðari eitt orð og Ann Hansen, ið júst hevur verið volontørur í Kambodja, kemur at vísa myndir og greiða frá arbeiðinum har. Aftaná møtið verður ein drekkamuður á skránni.
Tiltakið byrjar kl. 18, og verður hildið í missiónshúsinum á Tvøroyri.
Ætlanin er at skipa fyri fleiri felagstiltøkum í vár, bæði við lokalum kreftum, og eisini við hjálp frá øðrum, har eisini evnir, tónleikur og innihald, verða vend móti nútíðar familjunum.










