Samkomuleiðari: Blóðmánin er ikki eitt tekin um dómadag

- Mann má minnast til, at opinberingin er ein súmbolsk bók, sigur Jógvan Zachariassen

Tíðliga mánamorgunin var full mánamyrking, og tá var blóðmánin at síggja í stórum parti av heiminum. Sum vant tá blóðmáni er, ávaraðu røddir í útlendskum miðlum ímóti dómadegi. 

 

Blóðmánin verður nevniliga umrøddur í bíbliuni í sambandi við dómadag. Í Opinberingini 6:12 stendur:

 

“Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.”

 

 

Ein vandi at sambinda hetta

 

Jógvan Zachariassen er teologur og samkomuleiðari í Lívdini í Havn. Hann heldur, at summi gera ið so nógv burturúr, tá tað kemur til at tulka Opinberingina og blóðmánan. 

 

- Nógv peika á, at tað er tekin um verðins undirgang. Eg haldi ikki, tað er boðskapurin í Opinberingini. Mann má minnast til, at Opinberingin er ein súmbolsk bók. Eg haldi, tað er ein vandi í at taka djúpt súmbolskt myndamál í Bíbliuni og seta tað í samband við føst fyribrigdi, sum allatíð henda í okkara universi, sigur Jógvan Zachariassen.

 

 

 

Úrslit av katastrofunum 

 

Hann hevur eina frágreiðing um, hví tulkingar um dómadag koma fyri í sambandi við blóðmánan.

 

- Opinberingin handlar meira um, at kaosið sum hendir á jørðini onkursvegna skuggar fyri tí, sum vit vanliga síggja. Liturin á luftini og himlinum er meira eitt úrslit av tí ræðuliga, sum hendir á jørðini. Tað er ikki, tí mánin sjálvur verður reyður, men tí tað vanliga, vit síggja rundan um okkum, broytist, tá katastrofur sum eitt nú eldsbrunar ella jarðskjálvtar henda, sigur hann.