Gásadalsfólk fáa nú egið bygdar- ella samkomuhús. Tað er ein treyt fyri, at bygdarsamfelagið yvirhøvur kann vera til, sigur borgarstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, sum Gásadalur hoyrir til.
Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri, greiðir frá, at farið er undir eina størri umvæling av skúlanum í Gásadali, sum í framtíðini skal brúkast til samkomuhús í bygdini.
Veggklædningurin innan er tikin niður, og klætt verður aftur við timburi, eins og nýtt trægólv verður lagt í. Somuleiðis verður eisini nýtt wc lagt inn og nýggj oljufýring og miðstøðuhiti innlagdur. Tað hevur ikki verið fyrr, sigur borgarstjórin.
Hann roknar við, at kommunan fer at brúka einastaðni millum 100.000,- og 150.000,- krónur til umvælinginga av skúlanum í Gásadali.
Pengarnir eru ikki so nógvir hjá eini lítlari kommunu sum hesari, sigur hann, og tá so hugsað verður um, at nýggj vatnveiting er gjørd í Bø, eru hetta rættiliga nógvir pengar, ið nú verða brúktir.
Bíggjar bygd hevur fingið heilt nýggja vatnveiting við reinsiverki og øllum sum hoyrir til, so har eru eisini nakað væl av pengum brúktir, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bø og Gásadali.