Samkoman er ikki ein avoldað losja

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 15. juni kemur út fyrsta bind í eini røð av bókum, sum Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari, skrivar um lív og læru samkomunar. Bókin hevur fingið heitið “SAMKOMAN – innlit í samkomu Kristusar og samkomulív í 21. øld”


Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari, sigur um nýggju bókina, at hon er ein bók, ið hjálpir tær at síggja, at samkoman er ikki ein avoldað losja, ið er menniskjum í 21. øld týdningarleys og óviðkomandi. Nei, samkoman er ein sunn, lívfør og virkin lívvera, sum Gud við Heilaga Andans megi nýtir til at útinna arbeiði Sítt á jørð. Í fyrsta helminginum av bókini leggur Jógvan bíbilska grundarlagið fyri samkomuni og vísir á hvat eigur at eyðkenna eina samkomu.


Í seinna helminginum av bókini tekur Jógvan hesar bíbilsku meginreglurnar og vísir á hvussu tær síggja út í dagliga lívinum í samkomumnum kring heimin. Jógvan leggur stóran dent á at einleiki eigur at eyðkenna samkomurnar hóast vit sum menniskju eru sera ymisk í meiningum og stíli. Hann tosar eisini um hvussu ymiskar samkomurnar eru, hvussu nógv ymisk sløg av fólkum koma í samkomurnar, týdningin av at hava hugsjónir og endamál, og hví samkomur vaksa og aðrar minka.


Bókin er ikki um nakra einstaka samkomu, men umtalar øll endurfødd menniskju, sum samkomu Guds. Bókin svarar á ein einfaldan hátt spurningum, viðvíkjandi tí sum Bíblian lærir um samkomuna og um samkomulívið. Jógvan gevur eisini sera góðar og praktiskar vegleiðingar hvussu samkomur okkara kunnu vera meira viðkomandi á okkara døgum.


Jógvan Zachariassen er føddur á Tvøroyri í 1967 og vaks upp í Hvalba og Gøtu.

Hann fekk prógv sum fagottleikari frá hægra tónlistaskúlanum í Reykjavík í 1989, gjørdist BA í bibliuvísindum frá Emmaus Bible College í USA í 1994 og cand.theol. (Th.M) frá Dallas Theological Seminary í Texas í USA í 1997.


Frá 1997 til 2000 starvaðist Jógvan sum leiðari og lærari á Tisley Bible College í Motherwell í Skotlandi. Hann er í løtuni samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, samstundis sum hann ferðast nógv sum talari og lærari í Føroyum og kring heimin.


Bókin verður presenterað fríggjadagin kl. 17.00 í Pálsstovu, Mykinesgøta 7 í Havn.


Tað er forlagið Leirkerið í Gøtu, sum gevur út bókina, ið er 400 blaðsíður og verður til keyps fyri kr. 350,- í bókahandlum kring landið.