í hesum døgum hátíðarheldur Samkoman í Betesda í Klaksvík, at tað eru 100 ár liðin, síðani samkoman var stovnað. Hetta stendur á heimasíðuni Betesda.fo
Serliga nógv verður gjørt burtur úr í komandi viku, frá 17. til 24. september. Millum annað verður hugleiðing um tað, sum farið er og tað, sum stendur fyri framman í kvøld.
Frá mánadegnum og til og við hósdagin er caféin opin frá 10 til 18. Ein drekkamuður er at fáa, og framsýningar eru í hølunum. Kl. 16.30 hesar dagarnar eru samrøður við fólk í samkomuni, og onkur kemur at syngja.
Trý av hesum kvøldunum eru fyrilestrar í salinum um søguna hjá samkomuni. Tann fyrsti er um sang og tónleik í samkomuni, tann næsti um, hvussu samkoman byrjaði í Klaksvík, og tann triði um vekingina í 60’unum til 80’ini.
Ein fullfíggjað skrá fyri dagarnar hátíðarhaldið verður er at finna á heimasíðuni Betesda.fo.









