Samiska bygdin á eggini

Samiska uppskotið til Norðurlanda Bókmentavirðislønina 2006, Arvingerne III eftir Jovnna Ánde Vest, man uttan iva geva afturljóð í huganum hjá nógvum føroyingum í lýsingini av einum lítlum bygdasamfelag á eggini til modernaðar tíðir ella bygdadeyðan

Í lítlu bygdini Mattesby koma og fara árstíðirnar, bóndin sáar og heystar, traktorurin verður í ólagi og má gerast aftur og alt gongur sína vanligu gongd. Onki tykist at gerast betri hendan veturin, har minkandi talið av íbúgvum stríðist við at halda lív í bygdini. Tunglyndi ger vart við seg hjá onkrum, meðan ein annar má fáa fyritíðarpensón, tí kroppurin ikki orkar longur.
Ein glotti er at hóma, tá eitt ungt par, sum upprunaliga er úr bygdini, velur at búseta seg har aftur. Mestur kenna tey seg noydd til tað, tí hini í bygdini síggja tey sum arvingar til siðbundna lívið og bygdina sjálva. Eisini máttu tey ásanna, at teirra samiski uppruni ikki júst var rætta atgongumerkið til nakað í Svøríki, har tey royndu eydnuna. Við teimum hendir okkurt nýtt, men ongin torir rættiliga at taka stigið inn í modernaðar tíðir, sum tey ræðast verður stigið út av eggini.
Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast hesi poetisku og blídliga speiksu søguni um tey stillu lívini, tá virðislønin verður handað næsta fríggjadag.


Jovnna Ánde Vest, Árbbola at III
Týdd: Arvingerne III,
Samisk Forfatterlag, SGS, 2005