Samisk og álendsk mentan

Nordisk Kultur Institut hevur givið út tvey nýggj álit, Samisk Kulturpolitik i Norden eftir Harald Gaski og Lena Kappfjell og Åländsk Kulturpolitik eftir Jan-Ole Lönnblad

Bæði álitini eru úrslit av verkætlanini Nordisk Kulturpolitik undir Forandring.
Samisk Kulturpolitik i Norden, en perspektiverende rapport, lýsir samiskan mentanarpolitikk. Í álitinum er eitt stutt søguligt yvirlit yvir samiska mentanarsøgu. Eisini er yvirlit yvir stuðulin til samiska mentan frá ymsum keldum, ið er komin umvegis Samatingið, Norðurlendska Ráðharraráðið og ES.
Í álitinum verður tikið í fráveruna av einum mentanarpolitiskum kjaki millum samar. Har hevur kjakið í bara ein lítla mun snúð seg um mál, innihald og dygd, umframt stuðul til mentan. Høvundirnir vóna, at álitið elvir til kjak og íblástur.
Åländsk Kulturpolitik vid millennieskiftet er eitt dømi um, hvussu mentanarliga og politiska menningin í einum landi eru eyðkend av serligu støðuni hjá samfelagnum. Álitið er fyrsta frágreiðingin og greiningin um álendskan mentapolitikk, síðani oyggjaríkið fekk sjálvstýrið í 1922. Bókin lýsir mentanarpolitikk í søguligum baksýni, álendska mentanarlívið og stovnar, mentanarpolitisk mál umframt tíðarbundin vandamál. Nógvir spurningar verða reistir, eitt nú um mentanarlívið kann endurnýggjast uttan at hetta ávirkar mentanararvin og serligu álendsku siðirnar, og hvørja kós skal Áland velja í mun til menningina av altjóða mentan.
Nordisk Kulturpolitik undir Forandring er ein felags norðurlendsk verkætlan, sum lýsir, greinar og metir um mentanarpolitikkin í norðurlondum, sjálvstýrandi økjunum, samiska mentanarøkinum og í norðurlendskum samstarvi um mentan. Verkætlanin hevur til endamáls at finna fram til, hvørji tey mest umráðandi menningarrákini eru, hvørji felagseyðkenni eru og hvørji frábrigdi eru landanna millum og í mun til Europa, og hon setur spurningin, um tað er ein mýta at tosa um eitt serligt norðurlendskt mentanarmodell.
Mentamálaráðini í ymsu norðurlondunum og Nordisk Kulturfond fíggja verkætlanina. Peter Duelund, mentanarsosiologur, sum arbeiðir á Nordisk Kultur Institut, hevur verkætlanina um hendi saman við mentanarpolitiskum granskarum í norðurlondum.
Í fjør komu fleiri útgávur frá Nordisk Kultur Institut, sum liggja til grund fyri samanfatandi álitinum. Eitt nú Færøsk Kulturpolitikk ved indgangen til et nyt århundrede.
Nordisk Kultur Institutt er eitt tvørvísindaligt insitutt fyri mentanarpolitiska gransking. Á stovninum verða granskingaruppgávur gjørdar við stuðli frá mentanarmyndugleikum, stovnum og granskingarráðum í Danmark, norðurlondum og Europa. Dentur verður lagdur á at greina og meta um nýtímans mentanarpolitikk í einum samanberandi og altjóða sjónarhorni.