Liðfelagin hjá Gunnari Nielsen í Manchester City, fraklendingurin Samir Nasri, var ikki blíður eftir at Frakland í gjár tapti 2-0 fyri Spania í fjórðingsfinaluni í EM endaspælinum.
Ókvæmisorðini fóru sendandi eftir fronskum tíðindamanni, sum royndi at spyrja 24-ára gamla Samir Nasri hvat honum dámdi dystin. Tað var í sokallaðu mix zone, har tíðindafólk og leikarar kunnu tosa saman eftir dystir, at hendingin fór fram.
Tey sum minnast væl, minnast helst at Samir Nasri eftir útjavnandi málið móti Onglandi tóktist óður og helt peikifingur fyri munnin. Tað var eitt signal til fronsku tíðindafólkini, ið hann metur eru alt ov negativ og bara leita eftir ringum søgum.
Samir Nasri endaði við at bjóða tíðindamannium út um til eina mannfólka samrøðu tað bleiv av ongum.