So er seinasti kapitul í enn eini av framhaldssøgunum um leikarar hjá Arsenal skrivað. Heimasíðan hjá Arsenal boðar í hesi løtu frá, at Samir Nasri skiftir til Manchester City.
24-ára gamli fraklendingurin hevur leingi verið settur í samband við felagið hjá Gunnari Nielsen. Samir Nasri, ið er álopskendur miðvallari, hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Arsenal og hevur ikki verið sinnaður at leingja. Skal Arsenal hava pengar í býti, so skal hann selja nú.
Heimasíðan hjá Arsenal skrivar fyri løtu síðan, at felagið er komið ásamt um treytir við Samir Nasri og Manchester City, so fraklendingurin kann skifta til Manchester City.
Arsenal skal í annaðkvøld spæla seinna dyst móti Udinese um at vinna seg í bólkaspælið í Champions League. Arsenal vann fyrra dystin 1-0 á Emirates leikvøllinum í London. Tað verður uttan Samir Nasri, sum er frítikin fyri ferðini til Italia, so hann kann fara til læknakanning og samráðast við Manchester City. Samir Nasri kom til Arsenal fyri trimum árinum síðani frá franska Marseille, har hann var útróptur til tann nýggja Zinedine Zidane.
Manchester City hevur í summar keypt Gael Clichy, Stefan Savic og Sergio Aguero.
Prísurin verður mettur at liggja um góðar 200 milliónir krónur.