Vøksturin í søluni av nýggjum persónbilum fyrra hálvár í 2010 er tann sami í Danmark sum í Føroyum. Hagtøluni frá danska felagsskapinum De Danske Bilimportører og Akstovuni her hjá okkum, fyri søluna av nýggjum persónbilum frá januar til og við juni 2010, vísa ein vøkstur upp á 33 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Í Danmark vórðu seldir 72.711 persónbilar fyrra hálvár í ár í mun til 54.782 í 2009, og í Føroyum var sølan 402 bilar í mun til 302 bilar sama tíðarskeið í fjør.










