Summastaðni hevur tað verið kolasvart í mjórka í dag, og av tí sama eru bilførarar komnir illa fyri.
Nakað síðani ringdi ein bilførari til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði koyrt á ein seyð á vegnum beint norðanfyri Hundsarabotn.
Men tað vísti seg, at seyðurin var longu ákoyrdur stutt frammanundan, men tann fyrri bilførarin, sum koyrdi á hann, er bara rýmdur av staðnum og hevur latið seyðin liggja á vegnum.
Tann seinni bilførarin, sum koyrdi á seyðin, fekk skaða á bilin. Tey fluttu seyðin til viks, men kortini rakti ein triði bilførari sama seyð, so tilsamans varð sami seyður ákoyrdur tríggjar ferðir.
- Tað sigur eitt sindur um, hvussu svart tað hevur verið, sigur løgreglan.
Men tey halda samstundis, at tað er rættiliga ábyrgdarleyst av tí fyrsta bilføraranum, sum koyrdi á seyðin, at rýma av staðnum, uttan at siga frá.
- Tann bilførarin átti at hugsa um tey, sum komu koyrandi aftan á, at hann var farin, og at ein seyður, sum liggur á vegnum er til stóran vanda fyri ferðslutrygdina, serliga í so ringum sýni, sum tað hevur verið í dag.










