Samráðingar
Íslendingar og føroyingar fara at sleppa at fiska tað sama hjá hvørjum øðrum, sum vit gjørdu í fjør. Fiskimálaráðharrin og landstýrismaðurin við fiskivinnumálum eru nøgdir við avtaluna.
Men tað hoyrir við til avtaluna, at ein møgulig svartkjaftaavtala seinni í ár kann fara at gera broytingar í tí, sum nú er avtalað. Um eingin millumlanda avtala verður gjørd um svartkjaftin, eitt nú við kvota skipan, kann henda, at føroyingar og íslendingar av sínum eintingum seta sær sjálvum kvotu á svartkjaftin. Og so fer tað at ávirka veiðuna í mun til í fjør, tá vit veiddu frítt inni hjá hvørjum øðrum.
Sama toskanøgd
Avtalan, sum gjørd varð týsdagin, ber í sær, at føroyingar aftur í ár sleppa at veiða 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi. Av hesum kunnu 1.200 vera toskur. Umframt er ein kalvakvota upp á 80 tons, sum kann veiðast í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august.
Av uppisjóvarfiski sleppa føroyingar at veiða 30.000 tons av íslendskari lodnu eins og vit sleppa at fiska ta grønlendsku lodnukvotuna upp á 10.000 tons í íslendskum sjógvi.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at kalvakvotan er við aftur í ár, tí íslendingar hava fyrr tosað um at taka hana av.
Eitt annað, sum landstýrismaðurin fegnast um er, at føroyska toskakvotan er tann sama sum í fjør, hóast íslendingar hava gjørt av at minka teirra egnu toskakvotu úr 220.000 tonsum niður í 190.000 tons.
Í føroyskum sjógvi kunnu íslendingar umframt svartkjaftin eisini fiska 2.000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli.
Í tíðindaskrivi, sum latið varð út eftir samráðingarfundin týsdagin, verður sagt, at partarnir samdust um, at grundað á væntandi broytingar í svartkjaftaveiðuni í íslendskum og/ella føroyskum sjóøki skal fiskiveiðiavtalan endurskoðast saman við øðrum fiskiveiðirættindum hjá pørtunum. Hendan endurskoðan skal verða framd innan 15. mars.
Friðingar
Íslendski fiskimálaráðharrin hevði mánadagin fund við umboð fyri føroysku línuskipini, sum verða ávirkað av økisfriðingum undir Íslandi, og tí ikki hava fingið brúkt alla botnfiskakvotuna undir Íslandi í fjør.
Fiskimálaráðharrin segði seg hava lagt sær í geyma tað, føroyingarnir søgdu, og at hann nú fer at viðgera tað politiskt heima á Íslandi, tá hann kemur heimaftur.
Hann segði annars við Sosialin, tá hann kom til Føroya mánadagin, at íslendsku politikkur er at halda fram við og herða økisfriðingarnar. Tað endurtók hann eftir samráðingarfundin týsdagin.
Eisini onnur mál vóru á skránni á fundinum millum Jørgen Niclasen og Árna M. Mathiesen. Eitt nú um hvalaveiðu, har londini vilja samstarva til dømis í IWC.
Jørgen Niclasen segði eftir fundin, at føroyingar vilja fegnir sleppa undan donsku umboðanini í IWC og fáa egna umboðan, eins og vit hava í eitt nú NAFO NEAFC og slíkum felagsskapum.
Um íslendska hvalaveiðu segði Árni M. Mathiesen, at íslendingar hava smtykt at fara undir aftur stórhvalaveiðu, Í fyrsta lagi á vísindaligum støði. Men enn er eingin endalig tíðarfreist sett á, nær tað verður.
Føroyingar og íslendingar fara at virka fyri samstarvi um fylgissveinaeftirlit við fiskiflotanum í framtíðini, varð upplýst á tíðindafundi eftir samráðingarfundin týsdagin.
Um framtíðar fiskivinnupolitikkin hjá íslendingum segði Árni M. Mathiesen, fiskimálaráðharri, at arbeitt verður alla tíðina við at betra um kvotaskipanina, sum hann ikki tóktist hava hug at broyta grundleggjandi til eitt nú ta føroysku fiskidagaskipanina.