Í Danmark hava hárfríðkanarstovur ikki longur loyvi til at taka meira fyri at klippa kvinnum enn monnum.
Hesa avgerð hevur javnstøðunevndin tikið.
Ein kvinna við stuttum hári hevði í 2009 kært til javnastøðunevndina, at hon skuldi gjalda 100 meira fyri at verða klipt enn ein maður, við sama hársniði.
Tað er í stríð við lógina at gera mun á kynum, sigur javnstøðunevndin.
Í Føroyum gjalda kvinnur eisini meira enn menn fyri at verða klipt.