Sami munur í toppinum

Bæði FCK, sum hevði Toda Jónsson millum málskjúttarnar, og Brøndby vunnu sannførandi, meðan Fraum tapti stórt

SUPERLIGAN

Tað broyttist einki millum stóru høvuðsstaðarfeløgini í Danmark, sum kappast um meistaraskapin. Leygardagin vann FCK 5?0 í Køge, sum líkist alt meiri niðurflytara, og sunnudagin vann Brøndby 3?1 á heimavølli ímóti FCM, sum frammanundan dystinum var roknað sum hóttan ímóti Brøndby. Farum, sum lá undir liðini á Brøndby, tapti 5?1 í Silkeborg, eftir at teir høvdu verið á odda 1?0.
FCK sigurin var sera sannførandi. Jörgen Pettersson skoraði tvey tey fyrstu málini, eftir at hann varð fríspældur av Køge verjuni. Todi Jónsson spældi síðstu tjúgu minuttirnar. Hann loysti Peter Møller, sum hevði skorað til 4?0 av. Todi staðfesti rimmar sigurin, tá hann setti fótin undir innlegg frá Carsten Fredgaard.
Brøndby spældi FCM sundur og saman. Tað sóu 10.889 áskoðarar. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar og var frammanfyri 3?0, áðrenn gestirnir í síðstu løtu pyntaðu um.
Silkeborg var fyri ikki so langari tíð síðani fimm stig niðanfyri strikuna. 5?1 sigurin á Farum var tann triði upp í slag, og nú eru teir væl omanfyri strikuna. Tað er AB eisini. Teir hava verið hóttir av niðurflyting, men eftir 3?1 heimasigurin á AaB tykist vandin vera burtur hjá akademikarunum.
Viborg og AGF spældu 0?0. Stóra umrøðan í donskum fótbólti nú snýr seg um, um Poul Hansen, venjarin hjá AGF, fer at fáa sekkin í hesi vikuni. AGF hevur kós ímóti niðurflyting, og tað var ikki ætlanin við øllum milliónunum, sum eru lagdar í nýggjan venjara og nýggjar spælarar.
OB og Esbjerg eru lið um lið á talvuni, og tey spældu 1?1 í Odense.