Sami høvuðsstuðul fimm ár á rað til oyggjaleikir

Fyri fimmtu ferð á rað, verður Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá oyggjaleikahópinum.

Tryggingarfelagið Føroyar verður enn einaferð høvuðsstuðul hjá føroyska oyggjaleikahópinum, sum komandi summar skal royna seg á Jersey.

 

Hetta er greitt eftir, at Tryggingarfelagið Føroyar og ÍSF eru komin ásamt um nýggjan samstarvssáttmála.

 

Samstarvssáttmálin hevur við sær, at Tryggingarfelagið Føroyar rindar fyri búnar og ávísa útgerð til allar luttakarar, sum eru við í oyggjaleikahópinum.

 

Oyggjaleikirnir eru størsta einstaka ítróttatiltak, ið Føroyar sum tjóð taka lut í.  

 

Á leikunum á Jersey verða Føroyar umboðaðar í 13 ítróttagreinum. Talan verður um  136 íðkarar, umframt venjarar og leiðarar, so í alt verða umleið 175 ítróttafólk við.

 

Ítróttargreinarnar eru: Frælsur ítróttur, badminton, bogaskjóting, tennis, golf, kurvabóltur, borðtennis, svimjing, skjóting, flogbóltur, strandarflogbóltur, súkkling og triathlon.