Sami formaður á Viðareiði

Bygdaráðið á Viðareiði hevur skipað seg

Jógvan Nybo, sum fekk nógvar flestar atkvøður á kommunuvalinum, heldur fram sum bygdaráðsformaður á Viðareið.

Hetta er greitt, eftir at nývalda bygdaráðið skipaði seg í mikukvøldið.

Hetta er triðja valskeið, sum Jógvan Nybo fer undir sum formaður. Hann fekk eisini álitisváttan á valinum hesaferð og fekk 62 atkvøður - 40 fleiri enn tann næsti.

Tann, sum fekk næstflestar atkvøður, var Kári Kallsberg. Hann verður næstformaður í nýggja bygdaráðnum.

Hinir tríggir í bygdaráðnum eru Lyder Sørensen, Árni Absalonsen og Hans Jákup Kallsberg.