Samhugi, hóast avbyrging

Í Miðvági er einki arbeiði til tey tímaløntu, ið fáast við fiskaarbeiði. Hóast hetta, so er samhugi við limum Starvsmannafelagsins í verkfalli og vónar formaðurin í Arbeiðarafelagnum, Georg Hansen, at Starvsmannafelagið fær okkurt munagott burturúr.

Í Miðvági vísa tey samhuga við limum Starvsmannafelagsins, hóast verkfallið rakar fiskaarbeiðið meint í bygdini.

Georg Hansen, formaður í Miðvágs Arbeiðsmannafelag, sigur, at einki arbeiði hevur verið, síðani verkfallið byrjaði, bert okkurt smávegis fríggjadagin.

Í Miðvági er tað mest hýsa, ið verður arbeidd. Annar fiskur verður koyrdur víðari. Tað mesta verður keypt á uppboðssøluni og hetta ber ikki til í løtuni. Eisini er trupult, ella ógjørligt, at fáa fiskin av oynni aftur.

Hóast mesti fiskurin verður keyptur á uppboðssølu, so hava nakrir bátar landað í Miðvági í seinastuni. Men í løtuni fara teir aðrastaðir at landa.


Samhugi

Men Georg Hansen leggur dent á, at hóast verkfallið rakar tey tímaløntu meint í Miðvági, so er samhugi millum miðvingar við Starvsmannafelagnum.

Georg Hansen sigur, at fær Starvsmannafelagið einki burturúr sáttmálasamráðingunum, so kunnu arbeiðarafeløgini heldur ikki vænta sær stórvegis, tá teirra túrur verðir 1. maj.

- Hóast tað er okkara limir, ið tað gongur út yvir, so hava vit samhuga, tí um Starvsmannafelagið einki fær, so sær einki út hjá okkum heldur, sigur Georg Hansen.


Arbeiða í Sandoynni

Verkfallið letur ikki til at nerva fiskaarbeiðið á Sandi. Har verður arbeitt, siga tey, og alt er sum vanligt. Tó fáa tey ikki keypt á uppboðssøluni.

Skipafelagið tekur sær av at flyta virkaða fiskin. Goymslurnar eru so mikið stórar, at tað loysir seg at koma eftir fiskinum.

Annars lata tey væl at, og tað gongur rímilga væl, hóast heldur lítið hevur verið at fáa. Heldur ikki hava allir bátarnir landa fast í seinastuni, bert Eysturbúgvin hevur verið støðugur.