Seinnapartin í dag skipa føroysku systurfeløgini hjá norska arbeiðaraflokkinum fyri samhugaløtu í miðbýnum í Havn.
Tað eru Sosialistisk Ung og Javnaðarflokkurin, sum á hendan hátt vilja vísa sín samhuga við tey, sum mistu síni kæru ella vórðu meiðslað og dripin undir meiningsleysu álopunum í Oslo og á Utøya.
Ungmannfelag Javnaðarfloksins, SU, hevur gjøgnum mong ár samstarvað við norska ungmannafelagið AUF, og nógvir føroyingar hava góðar og minniligar løtur at minnast aftur á frá vøkru oynni Utøya.
Til samhugaløtuna verða ljós tendrað og sangir sungnir. Forkvinnan í SU, Sunnvá Mohr, og formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, fara eisini at siga nøkur orð.
Samhugaløtan í Miðbýnum í Havn verður klokkan 16, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.