Samhugaheilsanir úr fleiri londum

Hópdrápið í skúlanum í Newtown í gjár hevur skelkað fólk um allan heimin, og leiðarar í fleiri londum og felagsskapum hava sent amerikanska fólkinum samhugaheilsanir.

Elizabeth drotning plagar ikki at gera vart við í sambandi við hendingar uttan fyri bretska ríkjafelagsskapin Commonwealth, men í einari heilsan til Barack Obama, forseta sigur hon seg vera skelkaða av hendingini í Newtown.

-Eg eri sera skelkað og hørm av at hoyra um tann ræðuliga sorgarleikin í Newtown í Connecticut, serliga tí at so nógv av teimum deyðu eru børn. Tankarnir og bønirnar frá øllum í Bretlandi og Commonwealth leita til familjurnar og vinirnar hjá teimum, sum doyðu, og til teirra, sum eru ávirkað av hendingini, skrivar tann 86 ára gamla drotningin í heilsanini til Obama.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur eisini sent amerikanska fólkinum samhugaheilsan. Tað sama hava franski forsetin, François Hollande, og avstralski forsætisráðharrin, Julia Gillard, gjørt.

Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, og formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, hava sent út tíðindaskriv, har tey siga seg vera skelkað av hendingini í Newtown.

Løgreglan i Connecticut sigur, at tað var eftir øllum at døma tann 20 ára gamli Adam Lanza, sum myrdi 20 børn og seks vaksin inni í Sandy Hook Elementary School, áðrenn hann skeyt seg sjálvan.