Samherji vil goyma fisk livandi

Málið er, at fiskurin skal halda sær longri og skal kunna takast livandi, virkast og seljast, tá prísurin er góður.

 

Íslendska felagið Samherji hevur keypt írska uppsjóvarskipið, Western Chieftain, sum er á Karstensens Skibsværft í Skagen, har trolarin verður umbygdur til brunnbát til flutning av livandi fiski.

Trolarin verður longdur við 10,2 metrum, soleiðis at skipið verður 55 metrar langt. Tangar verða settir í skipið til flutningin av livandi fiskinum, og skipið fær verksmiðju. Málið er at hava fiskin livandi, soleiðis at hann antin verður landaður livandi - ella blóðgaður umborð.

- Fiskur, sum verður leveraður livandi, verður latin beint inn á fiskavirki ella í eina nót. Málið er, at fiskurin skal halda sær longri og skal kunna takast og seljast, tá prísurin er góður, skrivar kystmagasinet.no um hesa forvitnisligu verkætlan hjá Samherja.