Oslo: Íslendska fiskivinnusamtakið »Samherji« hevur lagt alt sølulið sítt inn í eitt nýtt felag, sum kallast »Ice Fresh Seafood«. Sambært blaðnum Fiskaren byrjaði felagið virksemið sítt 1. juli og hevur í starvi tey, sum áður hava arbeitt í søludeildini í Samherja.
Ætlanin er at tey skulu selja framleiðslurnar hjá Samherja og dótturfeløgunum.










