Ísland
Íslendska fiskivinnufelagið, Samherji, hevði í fjør eitt yvirskot fyri skatt uppá 104 miljónir krónur. Sammet við úrslitið árið fyri, er hetta ein minking í yvirskotinum uppá stívliga stívliga 90 miljónir krónur. Samlaði umsetningurin, sum var 1,06 miljardir krónur í 2003, minkaði við tilsamans 60 miljónum krónum í mun til árið fyri.
Orsøkin til versnandi úrslitið, er sambært felagnum, at veiðan hjá skipunum hevur verið minni, og somuleiðis hevur styrkta krónuvirðið eisini havt sína ávirkan á gongdina.
Sambært yvirliti, sum Íslandsbankin hevur gjørt, er Samherji kortini virðismesta fiskivinnufelagið í Íslandi. Samherji hevur nevniliga eitt marknaðarvirði, sum svarar til stívliga 1,6 miljardir krónur í okkara peningi. Á øðrum plássi er felagið, Grandi, sum er virðismett til eina slaka miljard krónur.
Samherji eigur ein triðing í feløgunum, sum eiga føroysku skipini, Akraberg og Høgaberg.