Samherji umskipast Íslendska vinnufyritøkan Samherji, sum eisini er partur av tí føroyska vinnulívinum, skal nú umskipast. Stjórnin hevur samtykt at skilja tað íslendska virksemið frá tí útlendska, samstundis sum Lutafelagið Samherji skal

Íslendska vinnufyritøkan Samherji, sum eisini er partur av tí føroyska vinnulívinum, skal nú umskipast. Stjórnin hevur samtykt at skilja tað íslendska virksemið frá tí útlendska, samstundis sum Lutafelagið Samherji skal yvirtaka alla ogn og alla skuld hjá tí gamla felagnum, Samherji hf.

Í einari grannaskoðarafrágreiðing, sum er gjørd í sambandi við umskipanina, stendur, at tað er torført at meta um virði á kvotum og ognum, eftir sum viðurskiftini í fiskivinnuni eru so ótrygg, men at umskipanin ikki eigur at hava nakra ávirkan á trygdina hjá lánveitarum felagsin