Samhaldst fíggjað veganet

Seinastu árini hava vit sæð fleiri ymiskar alternativar hættir at fíggja útbyggingar av veganetinum. Hetta kann skapa ein ójavna millum borgarar og øki í landinum. Tí fer landsstýrismaðurin í innlendismálum nú undir arbeiðið at gera uppskot til framtíðar leist av einum samhaldsfast fíggjaðum veganeti
--

John Johannessen, landsstýrismaður í innlendismálum
------------
Samferðslukervið á landi er eftirhondini fíggjað eftir fleiri ymiskum leistum. Flestu vegir og tunlar eru tó framvegis fíggjaðir beinleiðis úr landskassanum. Allir bilførar rinda vektgjald og avgjald av brennievni. Tó fara hesi avgjøld ikki beinleiðis til samferðslukervið, men beinleiðis í landskassan og kunnu tí ikki beinleiðis roknast sum brúkaragjøld. Verandi undirsjóvartunlar eru skipaðir sum almenn partafeløg og fíggjaðir við bummgjaldi. Løgtingið hevur samtykt, at Skálafjarðartunnilin skal vera privat verkætlan fíggjað við bummgjaldi.
Hetta merkir, at vit í lítla landi okkara við avmarkaðum vegakilometrum eru farin burtur frá at hava eina standard loysn fyri, hvussu vit fíggja okkara veganet. Heldur hetta fram, er skjótt at missa tamarhaldið, og vandi er fyri enn størri ójavna millum borgarar og øki í landinum.
Tí havi eg sum landsstýrismaður í innlendismálum gjørt av at seta eina bólk at gera tilmæli um framtíðar fígging av veganetinum á samhaldsføstum grundarlag. Somuleiðis skal bólkurin taka atlit at umhvørvi, økismenning og harvið samfelagsbúskapi í eini heild.
Eg meti hetta arbeiði hava skund og vera fult í tráð við ynskið hjá einum breiðum politiskum meiriluta á tingi. Tað liggur í løtuni uppskot til samtyktar í løgtinginum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, ið hevur líknandi endamál.
Ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt í august í ár.