Høvuðsendamál samgongunnar er at skipa Føroyar sum eitt sjálvbjargið og samhaldsfast samfelag, har hvør einstakur hevur mest møguligt frælsi. Vit skulu vera veruligur partur av altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín og harvið skapar burðardyggan vøkstur. Tí setir samgongan sær hesi mál:
Sosialir reformar skulu tryggja teimum við størsta tørvinum javnbjóðis møguleikar fyri einum virknum lívi
Vinnupolitikkurin skal skapa nýmenning og vøkstur og taka burtur forðingar hjá vinnu, feløgum og einstaklingum fyri altjóða samstarvi
Búskaparligar langtíðarætlanir skulu skapa burðardyggan vøkstur og sum frá líður gera føroyska búskapin óheftan
Miðvísar íløgur verða gjørdar í útbúgving, mentan og gransking
Stjórnarskipanin skal verða samtykt og mál verða skipað undir føroyskt ræði
Heilsupolitisk átøk skulu tryggja fólkaheilsuna
Orku- og umhvørvispolitikkurin verður á altjóða samhaldsføstum støði
Átøk til økismenning og broytingar í kommunubygnaði skulu geva øllum økjum í landinum møguleika at mennast í rímiligari javnvág
Til tess at tryggja støðugleika verða hesar meginreglur fylgdar í politiska starvinum:
Tjóðarsemjur verða gjørdar tvørtur um floksmørk um stórar samfelagsligar broytingar.
Avvarandi partar verða bodnir at verða við, tá ið stórar broytingar og samtyktir verða viðgjørdar
Rættartrygd og opinleiki skulu galda í allari fyrisiting
Tá ið stórar samfelagsíløgur verða gjørdar, skulu tær hava greiða raðfesting og fígging á langtíðarætlan, ið røkkur í minsta lagi 10 ár fram
Stórar avbjóðingar eru í føroyska búskapinum í løtuni. Millum annað er ójavnvág á handils- og gjaldsjavna umframt trot á arbeiðsmegi og trýst á kostnaðarstøði.
Samgongan bindur seg til at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk og fremja neyðugar bygnaðarbroytingar, har lagt verður upp fyri sveiggjum í búskapinum og neyvt tamarhald er á øllum útreiðslum.
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar, at vælferðin hjá føroyingum verður ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt trygt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kappingarføri.
Politisku átøkini, sum samgonguskjalið nevnir, eru øll bundin at fíggjar- og búskaparstøðuni.
Fíggjar- og búskaparmál
Gjørdar verða yvirskipaðar broytingar í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, sum eisini fevna um kommunala búskapin.
Miðað verður eftir jøvnum og haldførum vøkstri og langtíðarjavnvág í búskapinum. Lagt verður upp fyri sveiggjum, sum henda í búskapinum, bæði av innlendis og útlendis ávum.
Málið er at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap við langtíðarætlanum, sum støðugt fyrireikar samfelagið til bygnaðarligar broytingar innanhýsis og til krøv í altjóða búskapinum og á altjóða marknaðinum.
Til tess at røkka málinum verða hesi stig tikin: Játtanarskipan landsins verður endurskoðað, langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar fyri rakstur og løgur, fullfíggjað hagtalsgrundarlag verður fingið til vega, tjóðarroknskapurin verður dagførdur sambært OECD-leisti, búskapargrunnur Føroya verður stovnaður, bindandi avtalur verða árliga gjørdar ímillum land og kommunur um íløgu- og rakstrarkarm,
felags fíggjarstýring og roknskaparreglur verða skipaðar fyri land og kommunur, altjóða skulu stovnar gera regluligar dygdarmetingar av føroyska búskapinum, og funktiónirnar fyri fíggjarstýring og tænastur hjá tí almenna verða samskipaðar.
Skattur, avgjøld og útjavning
Skattaskipanin er ov einstáttað, og skattagrundarlagið skal breiðkast. Progressiviteturin í skattinum er fallandi orsakað av, at parturin hjá kommununum av almenna búskapinum og tænastunum økist, samstundis sum avgjaldsparturin økist í mun til skattapartin av landsins inntøkum.
Tí skal skattaskipanin endurskoðast við tí endamáli, at heildin í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður meira progressiv, sjúkrakassa- og kringvarpsgjaldið verða løgd inn í skattaskipanina, kapitalvinningsskattalógin verður endurskoðað til tess at steðga óætlaðum avleiðingum, og MVG-lóggávan og trotabúgvalóggávan verða endurskoðaðar.
Búskapargrunnur:
Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn. Í grunnin fara møguligar oljuinntøkur, inntøkur av einskiljingum og aðrar serinntøkur.
Einskiljingar:
Einskiljingar verða framdar, um mett verður, at tær eru til gagns fyri samfelagið og vinnubygnaðin.
Sjálvstýrismál
Til tess at menna samfelagið og víðka um virkisførleikarnar tekur samgongan hesi málsøki undir føroyskt ræði:
Flogferðslu og umsiting av loftrúminum
Fíggjarøkið og fíggjareftirlit
Ídnaðarhugverksrætt – patent o.a.
Útlendingaøkið og Marknaðeftirlit
Upphavsrætt
Fíggjarrætt
Mát og vekt
Sakførarastarvssemi
Sjórætt, loðs, uppmerking og vitaverk
Halgidagslóg
Revsirætt
Persóns-, húsfólka- og arvarætt
Veðurtænastu
ES og føroyskt málsræði
Forðað skal verða fyri, at føroyskur uttanríkispolitikkur endar undir ES valdi í sambandi við, at í Danmark eru ætlanir um at taka fyrivarnini mótvegis ES av og seta í gildi nýggja ES stjórnarskipan. Málið er, at valdið verður flutt til Føroya og ikki til ES.
Ríkisveiting
Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið. Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av ríkisveitingini verður árliga sett til viks til tess at røkka hesum máli.
Fíggjarlig viðurskifti
Uppgerð verður gjørd við Danmark, sum til fulnar lýsir øll fíggjarlig viðurskifti millum Danmarkar og Føroya, eisini møguligar fíggjarligar fyrimunir, Danmark hevur havt Føroya vegna í NATO felagsskapinum.
Stjórnarskipan
Stjórnarskipanararbeiðið verður gjørt liðugt, álit verður lagt fyri løgtingið, og síðan fer málið til fólkaatkvøðu í 2010.
Uttanríkismál
Virkað verður fyri føroyskum EFTA-limaskapi, fullum luti í teimum fýra frælsunum í ES, víðkaðum sendistovuvirksemi Føroya eisini við heiðurskonslum , at skipa fleiri sendistovur, at víðka samstarvið ímillum útnorðurlondini og hini londini kring Norðuratlantshav, at vera virknari í menningarsamstarvi, at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum, at gerast partur av UNESCO, UNCHR, WTO, og at knýta samstarv við OECD
Førleikamenning av starvsfólki
Til tess at førleikamenna starvsfólk til sendimannavirksemi verður samstarv skipað við norðurlendskar sendistovur kring heimin.
Menningarsamstarv
Vit hava skyldu at vísa samhaldsfesti við umheimin, tí verður menningarsamstarvið framhaldandi útbygt og ment, samstundis sum neyðhjálp framhaldandi verður latin.
Útflutningsframi og tjóðarbranding
Útflutningsmøguleikar verða mentir. Verkætlan skal nágreina, hvussu vit samskipað fáa lýst Føroyar og samskifti okkara við umheimin.
Nýggir útflutningsmøguleikar innan eitt nú tøknilig framtøk, tónleik og skapandi list verða stuðlaðir. Harumframt verða skapandi list og ítróttur nýtt sum marknaðarføringarátøk fyri aðrar vinnur.
Rættartrygd borgarans
Rættarstøða og rættartrygd hjá menningartarnaðum, sálarsjúkum, brekaðum, brúkararum, sjúklingum, gomlum, børnum og ungum verður styrkt.
Gransking
Gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking. At fáa til vega nøktandi hagtalsgrundarlag er ein partur av hesi ætlan.
Tær eindir, sum í dag varða av granskingini, verða betur samskipaðar.
Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ til gransking, sum OECD-mælir til.
Samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.
Mentan
Tjóðarsamleikin er tað, sum knýtir føroyska fólkið saman. Orsøkin til at vit byggja land er, at vit hava ein serstakan samleika. Men hann er undir trýsti uttaneftir. Tí verða munandi átøk gjørd til tess at stimbra og menna tjóðarsamleikan.
Mentanararvur
Samgongan stuðlar átøkum, sum hava til endamáls at varðveita og stuðla ta mentan, sum er serstøk føroysk, og sum einans vit varða av, t.d. føroyska bátin, búnan, dansin, rossið og annað.
Málstevna
Samgongan fer í mest møguligan mun at fylgja teimum tilmælum, sum málstevnunevndin á vetri 2007 setti fram í sínum tilmæli. Serligur dentur verður lagdur á at fáa til vega føroyskt ella føroyskað tilfar til børn og ung.
Kringvarp Føroya
Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya. Hølisviðurskiftini hjá Kringvarpi Føroya verða avgreidd við støði í hesi eftirmeting.
Public-service sáttmáli, sum er ein tíðaravmarkað menningarætlan við greiðum málum fyri Kringvarp Føroya, verður gjørdur millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið.
Sendinetið hjá Kringvarpi Føroya verður endurnýggjað.
Kringvarpsgjaldið verður kravt inn gjøgnum skattaskipanina. Sergjaldsskipan um kringvarpsgjald verður gjørd fyri tey, sum hava skattafríar nettoinntøkur.
Mentanargrunnurin
Viðtøkurnar fyri Mentanargrunnin verða endurskipaðar soleiðis, at hann verður rumsáttari og virkisøkið verður víðkað til fleiri listagreinir. Ein fíggjarlig menningarætlan verður gjørd fyri grunnin samsvarandi tí tilmæli, sum gjørt var í upprunauppskotinum fyri Mentanargrunnin. Týðaragrunnur verður skipaður sum ein konta á fíggjarlógini, men verður umsitin av Mentanargrunninum. Tónlistargrunnur verður skipaður á sama hátt.
Listafólk
Skipan verður ment, ið kann veita listafólkum rættindi sum yrkisbólkur.
Tjóðpallur Føroya
Bygt verður tjóðleikhús, sum skal verða karmur um virksemi hjá fleiri listargreinum.
List í almennari bygging
Ásett verður, at ein ávísur partur av útreiðslunum til almenna og kommunala bygging verður markaður til list.
Bókasøvn
Bókasavnslógin verður endurskoðað og ment.
Savnspolitikkur
Skipaður verður ein savnspolitikkur, ið eisini hevur til endamáls at raðfesta nýggjar karmar kring almennu søvnini, sum í dag húsast undir trongum og óhóskandi korum.
Musikk- og listaskúli
Musikkskúlaskipanin verður styrkt.
Varðveiting av fornminnum
Sum upprunaliga ætlað, verður altjóða arkitektakapping skipað um framtíðina hjá Kirkjubømúrinum
Ungdómsmentan
Orðaður verður ungdómspolitikkur fyri ítrótt, tónleik, list og aðra ungdómsmentan.
Útbúgving
Skal føroyska samfelagið mennast, fráflytingin steðgast og búskapurin vaksa, er neyðugt at raðfesta útbúgving heilt frá fólkaskúla fram til universitet.
Fólkaskúlin
Fyritreytin fyri ætlanini um at hækka útbúgvingarstøðið í landinum er ein góður fólkaskúli. Tí verða hesi stig tikin: Nevnd verður sett at endurskoða fólkaskúlalógina, læraraútbúgvingin verður lyft upp á kandidatstig, skipað eftirútbúgving av lærararum verður sett í verk, átøk verða gjørd til tess at fáa til vega meira av føroyskum undirvísingartilfari, byrjanarundirvísingin verður styrkt við at skipa tvílæraraskipan í fyrsta flokki, KT-undirvísingin í fólkaskúlanum verður styrkt, undirvísingarportalur verður skipaður.
Íløgur í skúlabygningar
Útbygging og bygging av miðnámsskúlum heldur fram.
Universitet
Gjørd verður ætlan fyri, hvussu vit økja munandi um tilboðini innan hægri lestur og gransking í Føroyum og fáa útlendsk lesandi til Føroya. Fróðskaparsetur Føroya verður ment til eitt kappingarført universitet. Neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya.
Læraraskúlin, Vinnuháskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin verða lagdir saman við Fróðskaparsetri Føroya.
Eftirskúli
Arbeitt verður víðari við ætlanini at byggja eftirskúla.
Útbúgvingarstuðul
Lestrarstuðulin fyri stakar uppihaldarar verður hækkaður. ÚS verður endurskoðaður saman við avvarandi feløgum hjá teimum lesandi.
Førleikagevandi útbúgvingar kring landið
Skipaðar verða útbúgvingar kring landið, har vaksin kunnu taka førleikagevandi útbúgvingar.
Sernámsfrøði
Námsserfrøðiliga ráðgevingin kring landið verður styrkt.
Skúlin á Trøðni
Skúlin á Trøðni verður umskipaður og styrktur í samráð við leiðslu, starvsfólk og foreldur at børnum, sum ganga á skúlanum.
Heildartilboð
Greiningarmiðstøð fyri børn við serligum tørvi verður skipað í samstarvi millum Mentamálaráðið og Almanna- og heilsmálaráðið.
Dagstovnar
Til tess at skapa eitt heildartilboð til børn undir- og í skúlaaldri verður dagstovnaøkið lagt undir mentamálaráðið.
Heilsumál
Heilsupolitisku aðalmálini hjá samgonguni eru at styrkja okkara heilsuverk, so tað kann veita øllum sjúklingum størri trygd og betri dygd í fyribyrgjandi, viðgerandi og røktarligum heilsutænastum, eins og fremja ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroyingum.
Dygdarmenning av sjúkrahúsverkinum
Dygdarmenning av føroyska sjúkrahúsverkinum skal verða framd sambært álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk.
Uppafturvenjing
Uppafturvenjing skal verða skipað um alt landið sum ein serlig eind undir Nærverkinum sambært álitinum um Endurvenjing fyri fólk við førleikatarni. Miðstøðir fyri uppafturvenjing skulu verða skipaðar á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi.
Fyribyrgjandi heilsutænastur
Førleikamennandi skeið í skúlamedisini skulu verða veitt kommunulæknunum, og Barnatænastan skal styrkjast til at betur at kunna røkja øktar uppgávur sambært lógini um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri børn og ung.
Kommulæknaskipanin
Kommulæknaskipanin verður endurskoðað og styrkt og uppskot skulu verða gjørd um, hvussu onnur heilsustarvsfólk, m.a. sjúkrarøktarfrøðingar, kunnu verða partar í skipanini. Kommunulæknavaktin skal endurskoðast og fáast at virka betur.
Psykiatriin
Menningin av sosialpsykiatriini skal halda fram við at útvega fleiri bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik. Økispsykiatriin skal verða útbygd, m.a. við økisdeplum kring landið. Barna- og ungdómspsykiatriin skal verða styrkt, m.a. við denti á fyribyrging og leiklutin hjá avvarandi. Sálarsjúklingar skulu varðveita pensjónina eisini eftir 6 mánaða innlegging á Psykiatriska deplinum. Nýggj psykiatrilóg skal verða samtykt og sett í verk.
Fólkaheilsuætlanin
Fólkaheilsuætlan verður sett í verk sambært ætlan, ið er til taks
Sjúkratrygging
Sjúkrakassagjaldið verður lagt inn í skattin. Sergjaldsskipan um sjúkrakassagjald verður gjørd fyri tey, sum hava skattafríar nettoinntøkur.
Almannamál
Almannapolitiska stevnumiðið er at skapa javngóðar umstøður fyri allar borgarar, uttan mun til teirra sosialu støðu, likamliga ella menningarliga førleika ella hvar í landinum, tey búgva, við vælvirkandi, samhaldsføstum vælferðarskipanum.
Nýggj sosiallóggáva
Sosialpolitiskur reformur verður gjørdur við nýggjari sosiallóggávu. Almannaskipanirnar skulu háttast soleiðis, at fólk mest møguliga kunnu verða virkin í samfelagnum. Nýggj føroysk forsorgarlóg, sum eisini fremur rættartrygd og gjøgnumskygni, verður smíðað.
Vælferðarráð
Vælferðarráð verður skipað á sama hátt sum Búskaparráðið á búskaparpolitiska økinum.
Vælferðarportalur
Til tess at bøta um kunningina til borgararnar verður gjørdur ein vælferðarportalur.
Sosialfrøðilig gransking
Sosialfrøðiliga granskingin í Føroyum skal verða skipað bæði við betri hagtalsgrundarlagi og við granskingarverkætlanum.
Stakir uppihaldarar
Lóg um eyka barnagjald til stakar uppihaldarar skal samtykkjast. Barnapengar skulu ikki verða roknaðir sum skattskyldug inntøka.
Foreldraráðgeving
Øll neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp verður veitt foreldrum í sambandi við barnsburð, so millum annað talið á fosturtøkum framhaldandi kann vera avmarkað eins og stakir uppihaldarar og pør, ið liva undir truplum viðurskiftum, fáa dygga hjálp og vegleiðing.
Bústaðir til fólk við serligum tørvi
Íløguætlan verður gjørd fyri nýbygging og nútíðargerð av bústøðum til fólk við serligum tørvi.
Eldraøkið
Í eldrarøktini verður hildið fram við at stuðla bygging av røktarheimum og sambýlum, soleiðis at tørvurin fyri búplássum til røktarkrevjandi gomul kann verða nøktaður í samgonguskeiðinum.
Nýggj eldralóg skal verða gjørd til tess at tryggja rættindi og tænastur fyri eldri. Eisini verða ymisku eindirnar í eldrarøktini samskipaðar.
Starvsfólkaorkan í eldrarøktini verður økt bæði til heimabúgvandi og hjá teimum, sum búgva á stovnum og sambýlum.
Pensjónsreformur verður framdur
Við lóg um eftirlønaruppsparing skal eftirløn verða tryggjað øllum lønmóttakarum Eftirlønaruppsparingin skal eisini verða roknað aftrat ALS-, barsils- og sjúkradagpengagjaldinum o.ø. almannaveitingum.
Lógarverkið um almannapensjónir verður endurskoðað, so fólkapensjónin verður styrkt serstakliga teimum, ið ikki hava aðra inntøku, til gagns. Pensjónsviðbøturnar, brennistuðul til ávísar pensjonistar og Samhaldsfasti hækka soleiðis, at pensjónin til teirra, sum ikki hava aðra inntøku, hækkar í samgonguskeiðinum.
Bústaðarpolitikkur
Alternativ íbúðabygging verður sett í verk. Lóg um lutaíbúðafeløg verður sett í verk, eisini fyri fólk við serligum tørvi. MVG- og rentustuðulslóg skulu broytast, so tær geva lutaeigarum somu rættindi sum øðrum eigarum. Nýggj leigulóg skal tryggja rættindi hjá leigarum og útleigarum.
Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin verða umskipaðir til eitt bústaðarpolitiskt amboð, serliga við atliti at fíggjarliga veikum bólkum, m.a. til at tryggja lagaliga fígging til lutaíbúðafeløg og eisini til fólk við skerdum førleika. Ein onnur uppgáva er at taka stig at byggja leiguíbúðir og lestrarbústaðir eisini saman við øðrum pørtum.
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin verður endurskipaður til at útvega fígging til orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar.
Vinnumál
Vinnupolitikkur samgongunnar hevur til endamáls at tryggja Føroyum fjølbroyttari inntøkugrundarlag, at slóða fyri betri marknaðaratgongd hjá vinnuni og at tryggja henni tryggar og álítandi karmar.
Dagførd lóggáva
Til tess at lúka treytirnar í handilsavtalum við ES og onnur lond, sum eru í gildi, og til tess at slóða fyri føroyskum limaskapi í EFTA og eini møguligari EBS-avtalu, verður øll lóggáva innan vinnumál dagførd áhaldandi soleiðis, at hon lýkur tey krøv, ið altjóða felagsskapir og onnur lond seta.
Arbeiðsmegi
Skipaður verður ein rúmligari og smidligari arbeiðsmarknaður, har vinnan kann fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya eftir tørvi. Lóggávan á økinum verður yvirtikin og skipað soleiðis, at hon á besta hátt tænir føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tilfeingisumsiting
Umsitingin av øllum náttúrutilfeingi og øll lóggáva í hesum sambandi verður savnað á sama stað.
Íverksetan
Virkisfús fólk við góðum hugskotum og ætlanum verða stuðlað soleiðis, at leiðin frá hugskoti til veruleika verður lættari at ganga.
Útflutningsráð
SamVit verður skipað soleiðis, at tað í størri mun enn nú virkar sum eitt útflutningsráð fyri føroyska framleiðslu.
Gransking
Vinnumálaráðið skipar fyri, at vinnan og almenni myndugleikin fara undir vinnurelateraða gransking í nógv størri mun enn nú.
FAS
Til tess at menna eina nýggja inntøkuvinnu á sjóvinnu økinum, har vit hava dyggari royndir enn tey flestu, verður Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar skipanir av hesum slagi.
Hagstovan
Hagstovan verður styrkt til tess at tryggja føroyskum vinnulívi neyðugt hagtalsgrundarlag.
Trygging
Tryggingarøkið verður liberaliserað. Samstundis verður skattaskipanin broytt soleiðis, at lóggávuverkið ikki eggjar uppspardum pensiónskapitali, sum føroyingar spara saman í lívstryggingum, at vera fluttur út av landinum.
Nýggj rentuskattalóg verður gjørd, sum javnsetur føroysk lívstryggingarsamtøk við líknandi samtøk í grannalondunum og í Europa annars.
Landbúnaður
Landbúnaðarlóggávan verða eftirmett og neyðugar broytingar gjørdar.
Kolvetni
Samgongan fer at fáa lýst tey árin á og teir møguleikar fyri føroyska samfelagið, sum kunnu standast av eini møguligari oljuvinnu innan umhvørvi, mentan, sosiala økið og arbeiðsmarknað.
Fiskivinna
Fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Skipast skal soleiðis fyri, at mest møgulig virðisøking úr føroyskum tilfeingi liggur eftir í Føroyum, og allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni.
Samgongan ásannar, at tað er ein trupulleiki, at brúksrættindini til almenna nattúrutilfeingið verða handlað og seld á privata marknaðinum.
Tørvur er á eini tjóðarsemju um fiskivinnupolitikkin, nú Løgtingið hevur samtykt broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi loyvum og fiskirættindum, uttan at gera av, hvør skipan kemur ístaðin. Vinnan og borgarin skulu hava greitt at vita, hvat hendir við loyvum og fiskirættindum frameftir.
Samgongan er samd um, at skipanin skal verða endurskoðað eftir hesum meginreglum:
Brúksrættindini til tilfeingið skulu umsitast og umsetast gjøgnum ein almennan fiskirættindamarknað.
Skipanin skal vera liberal. Fiskivinnan skal skipast sambært vanligum marknaðar- og kappingartreytum, og politiski myndugleikin skal ikki kunna býta út loyvi, fiskirættindi ella áseta prís fyri tíðaravmarkaðan brúksrætt.
Skipanin skal vera sjálvregulerandi soleiðis, at vinnan og príslegan sjálv tillagar seg innan karmarnar.
Skipanin skal vera varandi og tryggja, at føroysk fiskiveiði er burðardygg.
Møguleikin verður kannaður, at heimaútróður við smábátum ikki verður fevndur av skipanini
Til tess at tryggja støðugleika og tryggleika verður nevnd sett í samráð við allar viðkomandi partar. Nevndin skal gera liðugt uppskot um, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað og broytt sambært omanfyri nevndu meginreglum.
Leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu ráðgevingini verða styrkt. Endurmetingin av veiðitrýstinum verður framd alt fyri eitt, og fiskiveiðieftirlitið verður hert.
Trygd á sjónum
Nýggj trygdarmiðstøð verður bygd í Klaksvík.
Arbeiðsmarknaður
Í almenna starvsfólkapolitikkinum skal størri dentur verða lagdur á starvsfólkamenning og trivnaðarætlanir.
Setanar- og arbeiðsviðurskifti hjá tímaløntum verða tryggjað í nýggjari lóg.
ALS-skipanin verður endurskoðað, m.a. fyri at hækka endurgjaldið og fyri at gera skipanina betri fyri sjómenn, parttíðarsett og tey, sum skulu fáa tilboð um umskúling.
Allir løntakarar, eisini tímalønt, skulu hava lógarfestan rætt til endurgjald í sambandi við fráveru vegna barnsins fyrsta sjúkradag.
Barsilsskipanin verður longd upp í eitt ár, ein partur av tíðini verður settur av til pápan. Miðað verður eftir at gera skipanina smidligari.
Í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður stig tikið at skipa serligan útbúgvingargrunn, sum í fyrstu syftu skal geva møguleikar at førleikamenna ófaklærd, og síðan eisini aðrar løntakarar.
Fyri at arbeiðið fyri góðum arbeiðsumhvørvi kann verða raðfest hægri, skulu Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið verða styrkt.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari og smidligari við betri skipanum. Virkað skal verða fyri, at almenn arbeiðspláss oman fyri ávísa stødd seta fólk í vard størv og skipa arbeiðsumstøður og atkomu so, at tað ber til. Skipað skal verða fyri fyribyrgjandi átøkum, so fólk ikki missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
Javnstøða
Javnstøðunevndin skal mennast, so hon eisini kann átaka sær arbeiðið at styrkja kvinnuluttøkuna í politikki. Haraftrat skal hon hava møguleikar at útgreina javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum annars.
Brúkaramál
Nýggj lóg um marknaðarføring verður gjørd, og brúkaravernd verður skipað undir eftirliti av brúkaraumboðsmanni, sum m.a. javnan skal kanna prísin á húsarhaldsvørum.
Rættindi og møguleikar hjá brúkarum at kæra í brúkaramálum uttan at skula noyðast undir privat sakarmál, skal verða tryggjað við lóg um brúkarakærunevnd.
Í sambandi við keyp og sølu av bústaðarogn skulu rættindi hjá keyparum og seljarum tryggjast við nýggjari lóg um fastognarkeyp, ið m.a. ásetir freistir, iðranarrætt og krav um byggifakligar støðumetingar av ognini.
Gerast skal lóg um meklaravirksemi, ið regulerar húsamekling í sambandi við keyp og sølu av bústaði.
Samferðsla
Samferðsluútbyggingar
Samferðslukervið er útbygt soleiðis, at 85 prosent av borgarum landsins nú eru knýttir at sama veganeti. Samgongan hevur sum mál, at verandi útbyggingarnar halda fram.
Langtíðar løgu- og fíggjarætlan verður gjørd í samráð við sakkunnleikan og í samsvari við búskapar- og fíggjarorku landsins.
Skipað verður so fyri, at farmaflutningurin millum oyggjarnar aftur fæst at virka á nøktandi hátt
Atlit verða tikin til støðu teirra rørslutarnaðu, tá ið nýíløgur/ábøtur í samferðsluskipanini verða gjørdar.
Fígging av samferðslukervi
Sett verður nevnd at endurskoða fíggingina av samlaða samferðslukervinum í landinum, so atlit verða tikin til samfelagsbúskap, umhvørvi, ferðslustýring, økismenning og samhaldsfasta fígging.
Flogvallarviðurskifti
Farið verður undir at byggja flogvøllin í Vágum út sum skjótast. Kanningar av tørvi og møguleikum fyri nýggjum flogvølli halda fram. Ein møguligur nýggjur flogvøllur verður bygdur har, hann sambært sakkunleikanum liggur best.
Talgilt undirstøðukervið
Møguleikarnir fyri at skipa eitt alment netfelag, sum umfatar alt samskiftiskervið, verða kannaðir. Endamálið er at tryggja, at talgilda undirstøðukervið støðugt verður útbygt og gjørt kappingarført.
Økismenning
Økismenning og útoyggjapolitikkur
Ein miðvísur økismenningar- og útoyggjapolitikkur skal verða rikin. Nýggir almennir stovnar verða skipaðir kring landið, har tað er ráðiligt. Ávísur partur av almennu íløgunum verður nýttur á og til og frá útoyggjunum. Menningarætlan skal verða gjørd fyri hvørja oyggj sær.
Endalig loysn skal verða funnin á trupulleikanum viðvíkjandi orkutørvinum á ávísum útoyggjum
Vakstrarætlan fyri Suðuroynna
Vakstrarætlan fyri Suðuroynna verður framd í verki
Kommunur
Í samráð millum land og kommunur verður ætlan gjørd fyri, nær kommunurnar skulu hava skipað seg sjálvar í skikkaðar eindir, ið kunnu átaka sær fleiri og størri uppgávur og tryggja eitt javnt tænastustøði kring alt landið.
Umhvørvi og orka
Føroyar skulu taka ábyrgd og ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi.
Miðað verður eftir at flyta Føroyar yvir í ein ”reinorkubúskap” so vit taka okkara part av ábyrgdini at minka globala útlátið av CO2.
Burðardygg framleiðsla
Krøvini frá keyparum kring heimin um burðardygga og náttúruskynsama framleiðslu og burðardygga tilfeingisrøkt gerast alsamt meira ein treyt fyri útflutningi og samhandli.
Tí verða hesi stig tikin: Orkuráð verður sett at ráðgeva og upplýsa borgarar og vinnu, byggisamtyktir verða gjørdar, ið vegleiða og seta krøv til orkusparing, krøv verða sett um, at ný- og umbygging er orkuvinarlig, eggja verður til verkætlanir við eitt nú ”grønum” barnagørðum og skúlum, vinna á sjógvi og landi skulu fylgja fremstu altjóða málum fyri orkunýtslu, varandi orkukeldur, so sum vatn-, vind-, sól-, aldu-, berg- og sjóvarfalsorku, skulu mennast, royndir at menna burðardygga veiðu verða stuðlaðar.
Umhvørvi
Nýggj náttúruverndarlóg verður smíðað, lendisskipanir verða gjørdar, ið staðfesta skynsama nýtslu av lendinum, altjóða sáttmálar um umhvørvisvernd, eitt nú um lívfrøðiligt margfeldi og Kyoto verða fylgdir, kemikaliuøkið verður skipað, tryggjað verður, at virki eru umhvørvisgóðkend, revsing fyri dálking verður herd, og menna skipanir, ið fyribyrgja oljudálking stuðlaðar, Føroyar verða virkin luttakari á verðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 2009, umhvørvis- og avgjaldspolitikkurin verða knýttir saman.