Viðv. fullveldinum er at siga, at betur dámdi mær gomlu hugsjónarmenninar og kvinnurnar, ið vildu rinda prísin fyri tað frælsi, ið tey trúðu uppá, enn hetta nýrelegiøsa slagið, ið »hesaferð« roynir at billa sær sjálvum og fólki inn, at fullveldi ikki fer at merkist í vælferðini hjá fólki.
Hetta síðsta slagið sær nærum ongan trupulleika fyri framman, bert sæluna, ið koma skal. Tó eru hesi samd um tveir trupulleikar fyri framman, Javnaðarflokkin og pensionistin. Trupulleikin er hin sami í báðum førum, at tað er ov nógv til av teimum. Javnaðarflokkin kunnu hesi fara við sum teimum lystir, tað yvirlivir flokkurin.
Kjakið um fíggjarligu korini hjá okkara gomlu, bæði hjá teimum, ið hava solidaritetin hjá okkum arbeiðsføru fyri neyðini, bæði í dag og framyvir, verður meira og meira ódámligt.
Argumentatiónin er so langt úti, at samgongan nú lovar folki grundlógartryggjaða eftirløn. Er tað nakar í dag, (so bláoygdur), ið trýr uppá, at slík áseting í eini grundlóg hevur annað virði enn tað formella og symbolska? Í verandi grundlóg er t. d ásett, at miðast skal ímóti, at hvør arbeiðsførur borgari í landinum hevur arbeiði. Hóast hesa áseting verða arbeiðsfør hildin óvirkin, meðan hini skulu renna skjótari.
Hvat nyttar ein grundlógartryggjað eftirløn, um landskassin er tómur? Tað er neyvan nøkur trygd hjá borgaranum, at Karsten Hansen situr tungur og svevur á landskassalokinum, meðan fólkafokkkurin borar frárensl gjøgnum botnin.
Hvussu ber tað til, at samgongan ikki metir samfelagið hava ráð at veita fólki eina sømuliga pensión, tá samgongan metir seg kunnu minka um inntøkur landskassans við uml.200 mió ella meir um árið, tá inngjaldsprosentið til fólkatryggingina er komið upp á 10. Verður fullveldið veruleiki eftir tíðarætlan samgongunnar, so verður árliga ríkisveitingin uppá 1 mia. eisini burtur um sama mundi.
Hesin veruleiki nervar tó ikki tey mest trúgvandi, hóast fleiri av hesum skjótt fáa brúk fyri nýggjum fíggindamyndum at styrkja seg við.
Í øllum samfelagsskipanum í heiminum hevur altið verið ein solidaritetur, ein kontrakt ímillum folkið, at tey vinnuføru tryggja livikorini hjá børnum og gomlum. Verandi samgonga kjakast um eftirlønarskipanir á slíkum støði, at tey gomlu í dag byrja at føla seg sum samfelagsins fígginda nr 1.
Tær ósolidarisku og nýliberalistisku hugsjónir, ið verða sáðaðar í dag, bæði av samgongu, embætisfólki og fjølmiðlum, at nú skulu øll sæta sær sjálvum, kunnu máða støðið umdan dygdini í føroyska samfelagnum.
Í dag er ikki lukkuligt at framføra sjónarmið, ið ikki eru svørt ella hvít, og ongin fær stundir at hugsa seg um. Álit verða framleidd og útgivin frá hond, samstundis sum løgtingsmenn hava mest at gera av vanligum tingarbeiði. Tað seinasta álitið, um útbjóðing og skatting av møguligum ráðevnum í undirgrundini, er neyvan sodnað, tá støða skal takast í tinginum. Soleiðis roynist skipaða demokratiska gongdin hjá samgonguni í praksis.
Tá landsstýriskonan í almannamálum einaferð kemur fram í ljósmálan við uppskotinum hjá Óla Breckmann um fólkatrygging, og Tjóðveldisflokkurin fer pílagrímsferð um landið undir heitinum »Samhaldsfesti eftir Breckmannskum leisti«, tá vóni eg, at fólk fer at síggja veruligu støðu Tjóðveldisfloksins, sum tann hongdi, ið stuðlar seg til folkafloksreipið.
Eg vóni, at fakfeløgini, og serliga tey, ið umboða limir, ið hava solidariskar eftirlønarskipanir fyri neyðini, krevja so mikið av tíð at viðgera uppskotið, at hvør einasta steinpirra verður vend og kannað, áðrenn løgtingið fær málið til viðgerðar.
Kristian Magnussen, løgtingsmaður










