Eyðfinn Jacobsen
Eg las tvær áhugverdar greinar í Sosialinum seinasta leygardag, sum sannførdu meg um, at ein styrking av Samhaldsfasta er ein styrking av arbeiðsmarknaðinum, sum aftur er ein avgerandi fyritreyt fyri at kunna standa seg í altjóðagerðingini, sum er ein partur av tí veruleika, Visión 2015 hjá landsstýrinum fer at byggja á.
Eina greinin er eftir Boga Eliasen, cand. scient. pol, sum hevur tinhelluanalysu um langtíðarætlanina 2015 hjá landsstýrinum, har hann heldur tað tykjast løgið, at størri dentur ikki verður lagdur á arbeiðsmarknaðarviðurskifti í hesi ætlan. Hann minnir á, at fyri ikki so langari tíð síðan var streymurin sløktur, so neyðugt varð at leggja uppí politiskt, og at nú hevur júst verið orrusta við Starvsmannafelagið, sum ikki fekk eina loysn, fyrr enn tað lá í kortunum, at lagt varð uppí politiskt. Hann heldur heilt víst vanda vera fyri, at fleiri arbeiðssteðgir kunnu koma í tíðini fyri framman og at hetta er ein afturvendandi støða.
Boðskapurin hjá Boga er, at ein fortreyt fyri at menna Føroyar til at verða ein vinnari í alheimsgerðini, krevur nógv betri, tryggari og meira skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Hann heldur tað vera umráðandi, at eisini arbeiðstakarin kemur í eina tilgongd, har hann umvegis eftirútbúgving og umskúlingar verður fyrireikaður til ta broyting, føroyska samfelagið skal ígjøgnum, um landið skal verða eitt av heimsins bestu at búgva í um 10 ár.
Onnur greinin er eftir Jógvani Sundstein, fyrrverandi løgmanni, landsstýrismanni og løgtingsmanni, sum nú er búsitandi í Danmark, við yvirskriftini "Arbeiðssteðgur og eftirlønir v.m.", har hann m.a. skrivar soleiðis:
Eg skal viðganga, at tá samhaldsfasti frá fyrstu tíð kom, var eg ímóti skipanini. Men sum tíðin er liðin, og eg havi sæð skipanir aðrastaðni, eri eg komin á aðrar tankar. Eisini trúgvi eg, at tað vandamál, sum nógv verður talað um, til dømis her í Danmark, um vælferðarsamfelagið i framtíðini klárar lutfallið millum færri vinnufør og fleiri eftirlønt, betur verður loyst við føroysku skipanini.
Føroyska skipanin við eini lutfalsligari lágari fólkapansións grundupphædd, sum er skattafrí, og síðani einum hækkandi samhaldsføstum gjaldi, vil sum frálíður virka betur enn til dømis tann danska.
Jógvan Sundstein endar greinina við hesi niðurstøðu:
Grundvøllurin undir eini tryggari skipan fyri fólk, tá tey eldast, er sostatt eftir mínari uppfatan, at fólkapensiónsupphæddin verður varðveitt við líðandi hækking, og at skattafrælsið fyri grundupphæddina verður varðveitt. Harafturat kemur so gjaldið frá samhaldsfasta, sum um nøkur fá ár kann koma uppá nakrar túsund krónur um mánaðan.
Tann lovaða økingin av samhaldsfasta eigur tí at fremjast, sjálvt um skattalættin ikki fullt út kann fremjast.
Ein treyt fyri einum væl skipaðum arbeiðsmarknað er samstundis, at arbeiðsstyrkin hevur eina sømuliga inntøku at liva av, tá tey gevast á arbeiðsmarknaðinum og gerast eftirlønarmóttakarar. Eitt økt inngjald í Samhaldsfasta vil júst virka fyri at uppfylla hesa treyt.
Bogi Eliasen vísti á týdningin av, at arbeiðstakarin kemur í eina tilgongd, har hann umvegis eftirútbúgving og umskúlingar verður fyrireikaður til ta broyting, føroyska samfelagið skal ígjøgnum, um landið skal verða eitt av heimsins bestu at búgva í um 10 ár.
Henda tilgongd kann eisini tryggjast við einum styrktum Samhaldsfasta. Tí hetta letur seg gera, um politiskur vilji er at lata Samhaldsfasta taka sær av hesi uppgávuni, soleiðis sum upprunaliga ætlanin við grunninum vísir.
Lóg um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn varð samtyk av løgtinginum 7. mai 1988. Tann lógin fór tó ongantíð at virka. Í staðin varð hon avtikin, tá núverandi lóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn varð samtykt og kom í gildi 1. januar 1992.
Upprunaliga lógin (Samhaldsfasti) hevði sum høvuðsendamál at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Men lógin hevði eisini eitt annað endamál, nevniliga at fremja trivnað, menning og tryggleika á arbeiðsmarknaðinum. Ásett var í lógini, at stýrið kundi brúka ein triðing av rentuinntøkunum av stovnsfænum til slík endamál. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið skrivaði landsstýrið m. a. at tað var umráðandi, at Samhaldsfasti ikki einans skuldi vera til frama fyri tey, sum farin eru úr vinnuni, men eisini fyri tey, sum eru í vinnu.
Sum dømi um endamál, sum kunnu verða við til at fremja trivnað, menning og tryggleika á arbeiðsmarknaðinum nevndi landsstýrið í viðmerkingunum: skeiðvirksemi, gransking og trygdartiltøk, sum vóru uttan fyri skyldu arbeiðsgevarans. Skeið kundu til dømis vera fyri álitisfólk, vanlig arbeiðsfólk, arbeiðsleiðarar, umboð fyri arbeiðsgevarar og fyri fólk annars, sum annars hava at gera við arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Møguleiki kundi vera fyri at lata løntakarum á skeiðum endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í ávísan mun, t. d. ájavnt við sjúkradagpening.
Sum dømi um granskingarøki nevndi landsstýrið í viðmerkingunum tey heilsufrøðiligu, samfelagsfrøðiligu og sálarfrøðiligu økini. Víst varð á, at ásetingar kundu gerast um serligar skeiðnevndir og granskingarnevndir mannaðar við limum, sum høvdu førleika til at geva stýrinum slík tilmæli. Ætlanin var, at avgreiðsluskrivstovan hjá Samhaldsfasta skuldi hava ta týðandi leiklutin at samskipa, sammeta og gera granskingarúrslit lættskiljandi og atkomulig hjá almenninginum.
Jú, tit hava lisið rætt. Hetta var Visiónin hjá landsstýrinum fyri føroyska arbeiðsmarknaðin fyri 20 árum síðan.
Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at styrkt og broytt Samhaldsfasta, so hann kundi verið við til at menna Føroyar til at verða ein vinnari í alheimsgerðini, so landið verður eitt av heimsins best at búgva í um 10 ár?










