Samhaldsfasti og lægri pensjónsgjald

Løntakarar sleppa undan at gjalda eitt prosent meira í pensjón í 2016

Broytingarnar í inngjaldinum til Samhaldsfasta eru samtyktar, men er tingið í ferð við at sleppa okkum undan at gjalda eitt prosent afturat av lønini til pensjón  í 2016.

 

Hetta verður gjørt  í sambandi við, at gjaldið til Samhaldsfasta hækkar eitt hálvt prosenfyri løntakarar og eitt hálvt prosent fyri arbeiðsgevarar.

 

Andstøðan sigur, at hetta fyrst og fremst verður gjørt fyri at lætta um hjá sjálvum landskassanum. Andstøðan vísir eisini til, at hetta fer at gera at kommunurnar fara at missa eitt sindur av teimum pengum, sum tey annars skuldu fáa til eldrarøktina.

 

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin vísti á, at hetta fer at ávirka tey flestu, tí tey allarflestu hava eina pensjónsavtalu, sum er munandi hægri enn tað, sum er, tá ið tey eru tvungin at leggja eitt prosent afturat.

 

Hann helt eisini, at hetta er at arbeiða ov skjótt og ganga framvið tí pensjónsnýskipan, sum ætlanin er at gera, segði Bárður Nielsen.