Eftirlønin úr Samhaldsfasta hækkar, so næsta ár fáa øll, sum hava fylt 67 ár, 2.500 krónur útgoldnar um mánaðin úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum Tað er prísvøkstur, sum er orsøkin til, at útgjaldið hækkar, sigur stýrið fyri grunnin, sum hevur valt at hækka eftirlønina væl meiri enn prísvøksturin.
-Stýrið hevur mett, at tað er forsvarligt at hækka útgjaldið eitt sindur meiri. Ein áseting hevur verið, sum tryggjar, at pensjónistar fáa kompenserað fyri inflatiónina og eitt sindur aftrat. Men stýrið vil ikki koma í ta støðu, at tað seinni skal gerast neyðugt at lækka eftirlønina, sigur Sigurd Poulsen, stýrisformaður, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Avleiðingin verður, at pensjónin kemur at hækka við einum minni parti av tí búskaparliga vøkstri, sum verður í framtíðini, tí annars kemur grunnurin ikki í framtíðini at klára at halda eftirlønina, sigur stýrisformaðurin og vísir á, at talið á pensjonistum fer at veksa í komandi árum.










