Samhaldsfasti

Oddagrein:

Eftir sendingina í sjónvarpinum um pensjónviðurskiftini hjá føroyskum pensionistum og eftir alt tað, sum hevur verið sagt og skrivað um hetta mál í fjølmiðlunum í summar, kann eingin vera í iva um, at støðan er alt annað enn haldgóð. Tað eru sjálvandi teir pensionistar, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva, sum er verst fyri. Tað er opinlýst, at hesi fólk ikki hava til dagin og vegin, um tey ikki eru so heppin at hava eina stóra uppsparing. Men hvør kann hinvegin spara stórvegis upp av eini arbeiðsmannaløn ella av eini hýru frá tí lakara endanum av fiskiflotanum? Hetta er alt annað enn gott, og henda støða kann ikki halda fram uttan, at nakað munagott verður gjørt.

 

Tað er upplagt, at eyguni verða vend móti Samhaldsfasta, og atfinningarnar til útgjaldið gerast fleiri og fleiri. Tað er eisini átaluvert, at tað eftir so mong ár bert kunnu fáas 2230 kr um mánaðin úr hesum grunni. Her er jú talan um pening, sum pensjonisturin sjálvur hevur goldið inn, samstundis sum inngjaldið er vorðið ásett við lóg. Hinvegin hevur lóggávuvaldið onki at siga, tá tað kemur til spurningin um útgjaldið. Henda avgerð liggur hjá stýrinum fyri grunnin. Stýrið hevur eftir øllum at døma sett sær fyri heldur at spara upp enn at gjalda út, tí grunnurin skal upp á eitt ávíst støði, áðrenn hann av álvara fer at virka. Hetta kann tykjast skilagott, men hetta kenst ikki sørt órættvíst hjá teimum, sum í áravís hava goldið í grunnin, men sum nú bert fáa hesar skallutu 2230 kr, sum illa nokk gera mun við teimum príshækkingum, sum samfelagnum nú er fyri.

 

Í mong ár hevur verið talað aftur og fram um ein føroyskan pensjónsreform. Hesi seinastu tjúgu árini eru Føroyar so líðandi uttan at myndugleikarnir hava gjørt sær víðari far um tað, vorðnar norðurlendskur eftirbátur á pensjónsøkinum. Her má vend koma í. Tað er í hesum høpi vert at geva gætur, at Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið málið upp um norðurlendska sáttmálan um almannatrygd við atliti at Samhaldsfasta. Flokkurin hevur áður reist málið á tingi, sum áður hevur ynskt, at tað verður kannað, um tað er í samsvar við norðurlendska sáttmalan, at landsmenn, sum flyta av landinum missa útgjaldið úr Samhaldsfasta. Hetta kenst sera órættvíst og tí kemur uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum í tøkum tíma. Uttan mun til, hvør niðurstøðan er av eini slíkari kanning verður, eigur skipanin at verða broytt, so føroyingar fáa samhaldsfasta útgjaldið við sær, uttan mun til, hvar teir sum pensjonistar seta búgv. Pensjonistarnir eiga jú hendan pening, og tað tykist mongum margháttligt, at einki politikst verður gjørt við hesa órættvísu skipan. Sjálvstýrisflokkurin hevur nú fingið politiska ávirkan og tí skuldu útlitini fyri eini loysn verið góð. Flokkurin átti samstundis at nýtt høvið til at tikið stig til eitt økt útgjaldið úr Samhaldsfasta. Hetta mál kann ikki í tað óendaliga vera verðandi eitt mál, sum stýrið einsamalt avger, meðan tey sum eiga grunnin sita við kaldar steinar.