Jenis av Rana gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at sleppa frá at fara í samgongu, men hann tapti stríðið í egnum flokki. So nú roynir hann at provokera løgmann fyri at vita, um hann ikki kann tveita Miðflokkin úr samgonguni.
Soleiðis sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins á Facebook, nú Jenis av Rana í Sosialinum fegnast um, at løgmaður kom aftur av flatlondum sum av torvheiðum. Jenis av Rana staðfestir, at blokkstuðulin ikki kann hækka í ár, tí tað er í stríð við samgonguskjalið.
Ja, tað er nógv lættari at vera í andstøðu, sigur Helgi Abrahamsen.
Eitt annað tingfólk hjá Sambandsflokkinum hartar eisini Jenis av Rana:
Ótrúligt tá Miðflokkurin áltíð sigur seg hava so stórt hjarta fyri teimum, sum teir vanliga kalla »tey á niðastu rókum« og samstundis vera so glaður fyri, at landskassin ikki fær fleiri inntøkur at gera gott við, sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna Sambandsflokkin.
Hon sigur, at hetta er óskiljandi og syrgiligt at hoyra.
Ríkisveitingin ger stóran mun, tí peningurin fer beinleiðis í landskassan og kann millum annað nýtast til vælferðartænastur, sigur hon.
Okkurt er, sum bendir á, at samgongufólk ikki eru heilt á einum máli um, hvussu samgonguskjalið skal tulkast. Men skrivað stendur í samgonguskjalinum, at »Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.«
Og sambært inntøkumetingunum í fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni hjá Kaj Leo Johannesen, so er hesin vøkstur so stórur, at blokkstuðulin ikki hækkar eina krónu í ár.