Kaj Leo Johannesen væntar at hava ein greiða ábending um hvussu verður við samstarvinum í løgtinginum í kvøld. Tað sigur hann við útvarpið.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokurin skulu fyrst tosa saman, síðani verður fundur við Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin.
Í gjár høvdu løgmaður og Aksel Johannesen, varaløgmaður, fund við Tjóðveldi, Miðflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Poul Michelsen, uttanflokkatingmann,
og í gjárkvøldið endaði fundarvirksemið við einum fundi við Miðflokkin aftrat, veit útvarpið at siga.