Samgongusmaráðingar: Etisk mál á skránni í kvøld

Í kvøld tosa teir tríggir CHE flokkarnar um tey málini, sum hava avgerðandi týdning fyri Miðflokkin. Á Rás2 ivaðist Jenis av Rana ikki í, at ein semja verður funnin í nátt, men hann hevði kortini ikki trúð, at teir størstu flúrarnir skuldi vera so nær landið Samgongusamráðingarnar ganga sína gongd og flestu politikarar siga, at teir eru komnir rættiliga væl ávegis.

Ymsir snávingarsteinar hava verið á vegnum og í kvøld verður tosað um mál, sum hava avgerðandi týdning fyri Miðflokkin og tað eru tey etisku málini.

Men Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, ivast ikki í, at tað fer at bera til at finna semju.

Kortini heldur Jenis av Rana, at løgmaður var nakað bjartskygdur, tá ið hann fyrr í kvøld segði, at teir fóru at vera lidnir á midnátt.

-Tað fer nokk at taka nakrar tímar afturat, men eg ivist ikki í, at vit fara at finna semju og at flúrarnir ikki eru størri enn so.

Hann vil kortini ikki siga, ítøkiliga, hvørji mál, talan er um, men hann væntar ikki, at tað verður neyðugt at seta ófrávíkilig krøv.

Men hann ásannar, at báðir partar mugu geva seg, men Miðflokkurin hevur kortini eitt mark, hann ikki fer um.

Hinvegin veit hann, at flokkurin fer ikki alt sítt ígjøgnum, tí hann er ein lítil flokkur, men tað ræðir um at fáa sum mest ígjøgnum.

Tá ið tey etisku málini eru avgreitt, er ikki nógv eftir at finna semju um, leggur hann afturat.