Samgonguskjalið verður undirskrivað klokkan 16

Á tíðindafundi seinni í dag fara Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn at undirskriva samgonguskjalið.

Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn eru nú lidnar og klokkan fýra í dag verður samgonguskjalið alment, tá formenninir í flokkunum fara at undirskriva samgonguskjalið.


Hóast sjálvt skjalið ikki er alment enn, so er longu hvussu málsøkjabýtið verður.


Umframt at Aksel V. Johannesen verður løgmaður, so fær Javnaðarflokkurin Almannaráðið, Mentamálaráðið og Innlendismálaráðið at umsita.


Tjóðveldi, ið er næststørsti flokkur í samráðingunum fær trý aðalráð. Tey eru Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Heilsumálaráðið.


Framsókn er síðsti flokkurin í samráðingunum og fær flokkurin landsstýrisfólki í vinnumálum, ið eisini skal umsita uttanríkismál.