Samgonguskjalið skal ikki altíð takast fyri fult.
Tað er niðurstøðan, eftir at uppskot til fíggjarlóg fyri 2004 er lagt fram. Í fíggjarlógini stendur at lesa, at búskaparpolitikkurin byggir á samgonguskjalið frá 2002. Víst verður millum annað til orðingina, at »búskaparliga skal munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári«.
Á komandi fíggjarlóg er yvirskotið sett til 100 millónir krónur, sum er 140 milliónir krónur minni, enn fíggjarlógin fyri 2003 miðaði eftir. Sostatt verður samgonguskjalið ikki hildið á hesum øki, men tað tekur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ikki so tungt.
? Samgonguskjalið er skrivað eina heita nátt. Tað byggir á eitt ynski um at minka blokkin burtur sum skjótast. Men vit ráða ikki yvir øllum fortreytum í búskapinum, og tí kunnu vit sjálvandi ikki garantera eitt vaksandi yvirskot hvørt ár. Tað ræður eisini um at hava javnvág í, so tað hvønn dag er gott at vera føroyingur, sigur Karsten Hansen.
Tað er landsstýrismaðurin væl nøgdur við. Hóast uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004 leggur upp til, at almennu Føroyar spara stívliga eitt prosent í mun til ársins fíggjarlóg, sigur hann vælferðarsamfelagið verða útbygt og endurnýggjað, eins og undirstøðukervið verður útbygt.
? Setningurin er rokkin, og samgongan kann fegnast um eitt fíggjarlógaruppskot, ið tryggjar øllum føroyingum eitt væl virkandi samfelag, har vælferðin er á høgum stigi, og vinnumøguleikarnir eru góðir. Daprir spádómar um, at einki fór at bera til, eru gjørdir til skammar, er niðurstøðan hjá Karsten Hansen, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri løgtingið.
Eyka avdráttir
Í stuttum leggur fíggjarlógin upp til eitt avlop upp á 100,6 milliónir krónur. Inntøkurnar eru mettar til 3,571 milliardir krónur, og útreiðslurnar eru 3,470 milliardir krónur. Almennu Føroyar skulu spara 37 milliónir krónur, og samstundis verða íløgur gjørdar fyri tilsamans 312 milliónir krónur.
Ársins yvirskot á 100 milliónir krónur er áðrenn avdráttir av lánunum til danska ríkiskassan. Karsten Hansen vísir á, at avdráttirnir ikki skulu trekkjast frá komandi fíggjarlóg, tí farið verður beinleiðis í landsbankan eftir peninginum til avdráttir.
? Landskassin hevur sera gott gjaldføri, men rentuvinningurin er lítil, tí altjóða rentustigið er so lágt. Mett verður tí, at tað loysir seg betur at gjalda ein eyka avdrátt av skuldini til danska ríkiskassan enn at lata ov nógv gjaldføri standa í Landsbanka Føroya. Semja er um at rinda umleið 500 milliónir krónur í eyka avdrátti. Mett verður, at landskassin sparir umleið 12 milliónir krónur í nettoútreiðslum við hesum eyka avdrátti, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Ætlanin er eisini at leggja 1,2 milliardir krónur av láninum um, og tað skal spara landskassanum 20 millónir krónur í rentuútreiðslum í 2004. Spurdur, hvat hann ger, um danir ikki vilja umfíggja, svarar Karsten Hansen:
? Tað er ikki ein spurningur, um teir vilja. Tað er ein partur av avtaluni, at vit kunnu umfíggja lánið, tá vit vilja, og nú hava vit eina søguliga lága rentu, sum vit eiga at gera okkum dælt av, sigur Karsten Hansen.
Avtalan um skuld landskassans til ríkiskassan er frá 1998. Fasta rentan varð sett til 5% um árið, men síðan er altjóða rentustigið lækkað niður um rentuna á landskassaláninum.
Verri enn ætlað
Samstundis, sum komandi fíggjarlógin sær út til at geva eitt væl minni avlop enn ársins fíggjarlóg legði upp til, er greitt, at úrslitið í ár verður nógv verri enn væntað.
Roknað varð við einum yvirskoti í 2003 á 240 milliónir krónur áðrenn avdráttir. Nú er líkt til, at avlopið ikki verður meira enn 59 milliónir krónur, tá samanum kemur. Sostatt er talan um eina undirbúskettering, sum tey rópa tað. Eftir avdráttir er talan um eitt stórt gjaldførishall á 90 milliónir krónur, sum verður fíggjað úr landskassanum.
Vóru avdráttirnir komandi ár ikki tiknir úr landsbankanum, var eisini talan um undirskot á fíggjarlógini komandi ár. Men Karsten Hansen tvíheldur kortini um, at Føroyar stevna ímóti einum sjálvberandi búskapi, sum samgonguskjalið leggur upp til.
? Arbeiðið við fíggjarlógini hevur verið umfatandi og málrættað. Enn eitt stig er tikið fram ímóti einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Enntá í eini tíð, har lítil og eingin vøkstur er hevur verið í altjóða búskapinum, sigur landsstýrismaðurin og vísir eitt nú á, at skuldin verður niðurgoldin skjótari, enn lánsavtalan áleggur okkum.
********************
Fíggjarlógin 2004:
RLÚ-avlop: 100,6 mió. kr.
Inntøkur: 3,571 mia. kr
Útreiðslur: 3,470 mia. kr
Íløgur: 312 mió. kr.
Skattalætti: 70 mió. kr.
Almenn sparing: 37 mió. kr.










