Nú roynt verður at skipa samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldið, sigur Løgmaður, at eisini er ætlanin at bjóða Sjálvstýrisflokkinum samstarv Enda samráðingar ímillum Javnaðarflokkin Miðflokkin og Tjóðveldi við samgongu, hevur hon bara 17 tinglimir í bakinum. Tað er tann minst hugsandi meirilutin, tí tað merkir, at leypir bara ein tingmaður frá, hevur samgongan mist meirilutan.
Fyri at styrkja samgonguna er tað sostatt nú, at bjóða Sjálvstýrisflokkinum við í eitt samstarv.
Tað váttaði Høgni Hoydal fyri Portalinum í gjár og tað váttar eisini Løgmaður fyri okkum í dag.
Men, hvat tal av samstarvi, talan kann vera um, er óvist.
Talan kann vera um at bjóða teimum beinleiðis upp í samgonguna.
Tað hevur tann fyrimunin, at samgongan fær størri meiriluta, men vansin er, at tað so eru fýra flokkar, sum skulu samansjóða síni sjónarmið og tað ger tað tvørligari.
Men talan kann eisini vera um at bjóða Sjálvstýrisflokkinum at koma í valbólk við samgonguna.
- Tað hevði havt fyrimun fyri samgonguna, tí tað hevði styrkt hana við tveimum limum. Men tað hevði eisini verið ein fyrimunur fyri Sjálvstýrisflokkin, tí tað kundi givið honum nevndarsessir, sum hann annars ikki hevði fingið.
Løgmaður sigur, at hesin seinni leisturin er royndur fyrr, tí seinast, løgmaður skipaði samgongu, gjørdi hann valbólk við Sjálvstýrisflokkin og tað tryggjaði flokkinum umboð í Norðurlandaráðnum og nevndarsess í fíggjarnevndini, sum hann annars ikki hevði fingið.
Tí er ætlanin at tosa við Sjálvstýrisflokkin at vita, hvørja støðu hann hevur. Við Portalin í gjár helt Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, at hetta kundi illa takast í álvara, tí var veruligur áhugi at fáa teir við, høvdu teir havt fingið fundarboð beinanvegin.
Hann segði eisini, at Sjálvstýrisflokkurin hevur ongan hug at vera neyðventilur í eini samgongu, men fáa teir fara sjálvsagt á fund.