Samgongusamráðingar: Kløkkur av at bæði A og B vórðu blakaðir út ísenn

Eg hevði ikki væntað, at løgmaður fór at krøkja bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin av samgongusamráðingunum, sigur valserfrøðingur okkara, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur - Tað var rættiliga óvæntað, at bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vórðu krøktir av samgongusamráðingunum í senn.

Tað sigur valserfrøðingur okkara, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Hann helt altíð, at vandi var fyri, at annar flokkurin fóru at vera tveittur á dyr.

- Vandi var fyri, at Fólkaflokkurin fór at leggja so hart út á Sjálvstýrisleið og at fáa blokkin skerden, at Sambandsflokkurin ikki kundi vera við. Hinvegin var eisini vandi fyri, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at leggja so hart út á fiskivinnuøkinum, at Fólkaflokkurin fór í baklás.

- Tí hevði tað ikki verið óvæntað, vissi tað ikki hevði eydnast at samansjóða sjónarmiðini hjá fyrst og fremst Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

- Tí hevði tað heldur ikki verið óvæntað, vissi tær samráðingarnar endaðu við, at Løgmaður og Javnaðarflokkurin slepti øðrum flokkinum og helt fram við hinum fyri at leggja seg á annan bógvin. Hann kundi slept Fólkaflokkinum fyri at samstarva víðari við Sambandsflokkin og onkran annan flokk um vinnumálini, og serliga fiskidagaskipanina ella hann kundi slept Sambandsflokkinum og arbeitt víðari við øðrum málum, sum hann kundi samst við Fólkaflokkin og onkran annan flokk um.

Jógvan Mørkøre metir, at í báðum førum hevði Tjóðveldi verið eitt gott boð, tí við Tjóðveldinum hevði bæði borið til at tikið stig á sjálvstýrisleið, men tað hevði eisini borið til at funnið semjur um fiskvinnumálini.

- Tí haldi eg, at tað var heilt óvæntað, at báðir flokkarnir fingu sekkin í senn, sigur Jógvan Mørkøre. Men hann sigur tað við tí fyrivarni, at hann ikki veit, hvat er farið fram handan leiktjøldini.

Samgongumøguleikarnir eru nógvir og tað hongur sum ein hóttan yvir samráðingunum, tí kemur stígur í, liggur altíð onkur annar klárur.

Orsøkin til at Løgmaður nú er farin eftir Tjóðveldinum og Miðflokkinum kann vera, at hann annars stúrir fyri, at alt hetta politiska spælið kann enda við eini fullveldissamgongu.