Samgongusamráðingar: Gera Føroyar til eitt betri land

- Vit eru ótrúliga spentir upp á at royna og okkara høvuðsmál verða at gera Føroyar betri hjá øllum at liva í, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins - Hetta er ótrúliga konstruktivt og allir partar eru sera spentir upp á at royna hendan nýggja møguleikan.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum brádliga hevur fingið møguleikan at gera sína ávirkan galdandi av álvara í landsins leiðslu, eftir at hann er boðsendir til samráðingar um eina CHE samgongu, saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum.

Allir teir tríggir flokkarnir sita í dag og leggja eina arbeiðsætlan fyri, hvussu samráðingarnar skulu skipast og mánadagin verður farið undir samráðingarnar av álvara.

Jenis av Rana staðfestir, at tað er nógv, sum flokkarnir eru samdir um, eitt nú á vælferðarøkinum.

- Tað er øgiliga nógv, sum sameinir okkum, tí flokkarnir hava nógv felags áhugamál, eitt nú tey bleytu virðini og umhvørvismál.

- Vit eru samd um so øgiliga nógv mál, sum fara at gera Føroyar betri fyri allar føroyingar, leggur hann afturat.

Eitt, sum kundi hugsat at skilt teir tríggjar flokkarnar eru viðurskiftini við Danmark. Javnaðarflokkurin hevur staðfest í valstríðnum, at ríkisveitingin skal ikki skerjast og Tjóðveldi hevur tann beint øvugta málsetningin.

- Tað verður spennandi at vita, hvussu tey bæði sjónarmiðini kunnu sameinast, men tað er onki komið fram higartil, sum sigur mær, at tað ikki skal bera til at finna semju um tey málini eisini.

Onnur mál, sum kunnu hugsast at skilja teir tríggir flokkarnir, eru tað, sum ofta verður nevnt tey etisku virðini.

-Tey hava vit ikki tosað um, men vit hava staðfest, at tað eru flokkar í øllum trimum flokkum, sum hava eins sjónarmið á teimum økjunum eisini, sigur Jenis av Rana