Í dag fara Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldi at leggja eina arbeiðsætlan fyri eina spildurnýggja CHE samgongu, sum ongantíð áður er roynd í føroyskum politikki Nú í morgun fara teir tríggir flokkarnir Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldi, at leggja eina arbeiðsætlan fyri, hvussu farast skal fram, nú teir tríggir flokkarnir eru samdir um at fara undir veruligar samráðingar um at skipa CHE samgongu.
Fundurin i morgun er avtalaður eftir fyrireikandi fund í gjárkvøldið, har teir tríggir flokkarnir loddaðu dýpið fyri at vita um tað yvirhøvur var nakað at tosa um.
Og tað var tað, tí eftir fundin vóru allir tríggir floksformenninir fullir av lovorðum um, hvussu góðir fundurin hevði verið.
Teir vóru allir samdir um, at andin hevði verið góður, og teir eru allir til dystin fús at royna hendan møguleikan.
Tá ið arbeiðsætlanin er løgd, fer hvør til sítt at halda vikuskifti, og løgmaður segði í tíðindunum á Rás 2 í gjárkvøldið, at mánadagin verður farið undir samráðingarnar við fullari ferð.
Eftir stýrisskipanini skal nývalda Løgtingið hava sín fyrsta fund næsta leygardag og løgmaður hevur sett nøsina upp eftir at hava samráðingarnar lidnar tá.
-Men tað krevur, at partarnir eru sinnaðir at hava langar arbeiðsdagar og at arbeiða út á kvøldið og kanska út á náttina við, segði Jóannes Eidesgaard løgmaður.