Enda samráðingarnar nú við eini samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin, Tjóðveldið og kanska Sjálvstýrisflokkin við, skulu vit helst ikki vænta okkum, at tey etisku málini verða blokerað á nógvum økjum Tá ið tað kemur til tað, sum ofta verður nevnt etisk mál í politikki, hava Miðflokkurin og meginparturin av Tjóðveldinum verið sum eldur og vatn.
Kortini sita júst hesir báðir flokkar nú við sama borð og samráðast um eina nýggja samgongu, saman við Javnaðarflokkinun-og í morgin, kanska eisini saman við Sjálvstýrisflokkinum.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins vil ikki gera viðmerkingar til, hvørji krøv Miðflokkurin fer at seta til eina komandi samgongu á hesum øki.
Men fyri Portalinum hevur hann staðfest, at tað eru limir í øllum flokkunum, sum samráðast um samgongu, sum hava sama sjónarmið sum Miðflokkurin á hesum øki.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, ásannar, at hetta kann verða ein snávingarsteinur í sáttnálasamráðingunum, tí hann sigur, at hetta verður eitt málsøki, sum tað verður torført at finna semju um hjá øllum pørtum og meiri vil hann undir ongum umstøðum siga um tað beint nú.
Hann vil heldur ikki siga um hetta merkir, at øll slík mál verða parkerað í hesum valskeiðnum.
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur viðmerkjari hjá Miðlahúsinum, heldur ikki, at hetta fer at elva til tann stóra trupulleikan.
- Miðflokkurin hevur í samrøðu við Sosialin boðað frá, at stríðið um 266-b er tapt og at flokkurin ikki ætlar at taka tað málið uppaftur.
Hinvegin fer flokkurin ikki at góðtaka, at fleiri stig verða tikin á hesum øki. Í tí sambandinum kann tað ikki koma upp á tal, at samgongan leggur fleiri uppskot fram, sum bera á hendan bógvin.
Hinvegin kann ongin forða tinglimum í andstøðuni at leggja uppskot fram.
Men Jógvan Mørkøre ivast ikki í, at kemur Miðflokkurin í eina samgongu fer hann at seta sum ófrávíkiligt krav, at ongin í samgonguni fer at atkvøða fyri einum uppskoti av hesum slagi, skuldi onkur í andstøðuni lagt tað fram.
- Miðflokkurin kann ikki liva við, at uppskot um skrásett parlag ella okkurt annað á sama borðið, verða samtykt við hjálp frá einstøkum tinglimum í eini samgongu sum Miðflokkurin er við í, sigur Jógvan Mørkøre.