Samgongureyp

Samgongumenn reypa dúgliga um, at teir hava vent gongdini, og at alt koyrir strúkandi.

Sannleikin er ein heilt annar. Vit hava havt eitt so gott fiskarí sum ongantíð fyrr í søguni. Ongantíð. Hava Edmund og Annfinn æruna av tí?

Vit hava havt so høgar fiskaprísir sum ongantíð fyrr í søguna. Ongantíð. Hava Edmund og Anfinn æruna av tí?

Hetta eru fortreytirnar, henda samgongan hevur at virka undir. Og tó vísa útrokningar, at liviumstøðurnar hjá løntakaranum fara at lækka 2% í ár. Hetta er borgarligur politikkur. Og hetta hava Edmund og Anfinn æruna av.

Hvussu høvdu liviumstøðurnar verið, um fiskiskapurin og prísirnir minkað, og rentan fór upp, meðan hesir stýrdu? Ja, so var hungur og hall.

Hóast umstøðurnar ongantíð hava verið so góðar í søguni, hevur ikki eydnast at fáa arbeiðsloysið burtur Hetta hava Edmund og Anfinn æruna av.

Javnaðarflokkurin fer at leggja doyðin á at skapa arbeiðspláss. Hetta kann gerast við at stuðla til eina meira professionella marknaðarføring, sum í løtuni er beinleiðis snópislig og amatørkend.


Dan Petersen,

javnaðarmaður