Samgonguni tørvar dynamikk

Besta boð uppá samgongu eftir løgtingsvalið er, at verandi samgonga heldur fram. Men her skulu broytingar til. Eitt annað boð er samgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi. Hetta segði Edmund Joensen, nýklæktur fólkatingsmaður og toppskorari Sambandsfloksins til fólkatingsvalið við Rás 2 í sendingini ?Gesturin á Rás 2? fyrrapartin. Edmund Joensen dylur ikki fyri, at hann er alt annað enn nøgdur við verandi samgongu. Hann heldur, at har er alt ov lítil dynamikkur. Tað hendur rætt og slætt ov lítið. Hetta er eitt skot til javnaðarleiðsluna í samgonguni. Hann heldur eisini, at Fólkaflokkurin er ov tungur at flyta og kemst hetta helst av, at hann hevur sitið ov leingi í samgongu. Hetta og mangt annað kemur fram í prátinum í Rás 2, sum verður endursent í kvøld klokkan 22.