Andstøðan á tingi eigur einki umboð, nú løgmaður setir serstaka nevnd at koma við tilmæli um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin Løgmaður hevur nú tikið stig til at seta nevndina, ið skal arbeiða við tunnilsmálinum. Nevndin skal gera tilmæli um, hvussu verkætlanirnar viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum skulu skipast. Harafturat skal nevndin mæla til, hvørji stig landsstýrið eigur at taka viðvíkjandi løgtingslógini um fast samband millum Sandoy og Streymoy og samtykta uppskotið um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Nevndin skal koma við sínum tilmæli á Ólavsøku.
Nevndin verður mannað av landsstýriskvinnuni í vinnumálum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum og tveimum umboðum fyri hvønn samgonguflokk. Landsstýriskvinnan í vinnumálum verður forkvinna.
Løgmaður hevur í dag biðið samgonguflokkarnar um at tilnevna síni umboð.