Samgongumenn hava lúripassað

Í røðu síni í Løgtinginum fyrrapartin hartaði Jóannes Eidesgaard samgongumenn, sum ikki vilja kennast við ólavsøkupakkan Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fanst hvassliga at teimum samgongumonnum, sum hava sagt seg vera ímóti tiltøkunum í ólavsøkupakkanum hjá samgonguni. Hann segði, at flokkarnir hava viðgjørt innihaldið, og at tá var einki mótmæli at hoyra.

-Teir hava sitið og lúripassað, men nú mikrofonin er tendrað, og sjónvarpið stendir, gera menn vart við seg, segði Jóannes Eidesgaard.

Hann legði afturat, at hetta var sera vánaligt politiskt handalag.

Floksfelagi landsstýrismansins Gerhard Lognberg vildi ikki hava atfinningarnar hjá Jóannesi Eidesgaard sitandia sær.

-Eg havi gjørt vart við meg á røttum stað, og tí var mín støða greið, segði Gerhard Lognberg.