Tað er óvanligt, at flokkar í Føroyum avdúka, hvørjar aðrar flokkar teir helst vilja samstarva við eftir eitt val. Nú eru samgongumøguleikar eftir løgtingsval eisini rættiliga ringir at forútsíggja, tí bert eitt mandat kann broyta alla myndina. Nógv kann sjálvandi broytast til mai í næsta ár, men sum støðan er í løtuni kann ikki roknast við, at samgongan fer at fáa neyðugu 17 tingmenninar. Helst fara Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin at ganga aftur, meðan Tjóðveldisflokkurin helst fer at standa í stað ella fáa eina framgongd, um vit ímynda okkum, at partur av teimum meira fullveldissinnaðu fólkafloksveljarunum fara yvir í Tjóðveldisflokkin. Um seinasta takið hjá Kallsberg at seta Tjóðveldisflokkin uppá pláss hevur forðað fyri hesum útviklingi er ilt at siga. Spurningurin er so eisini, um roknast kann við, at ríkisfelagsfólkafloksveljarar fara yvir í Javnaðarflokkin til eitt komandi val.
Fær samgongan sínar 17 tingmenn fer hon so at halda fram? Hava Breckmann, Niclassen og Djurholm hug til enn ein skeið saman við Tjóðveldisflokkinum, sum eisini eftir komandi val av veljarum sínum kann blíva tvingaður til at leggja seg meira til vinstru enn hann hevur gjørt. Neyvan. Hvat við Sjálvstýrisflokkinum! Verður hann tungan á vágskálini kann tað tá hugsast, at hann heldur vil vera klípið í eini aðrari samgongu! Neyvan man Helena hava serliga høgar tankar um løgmann eftir, at hon mátti fara frá!
Hvussu tá við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum! Fer kemiin at vera betri millum Lisbeth og Jóannes enn millum Edmund og Jóannes? Og fer sjálvstýrispolitikkurin hjá Lisbeth at leggja seg meira uppat tí hjá Javnaðarflokkinum? Sambandsflokkurin hevur annars á skrift førkað seg frá gomlu sambandskósini. Tað sær tí ikki mætari út enn at flokkarnir allir hava nærkast tí miðju, sum Javnaðarflokkurin nú stendur sum størsti eksponentur fyri. Og tað kundi tí sæð út til, at Javnaðarflokkurin kemur í eina lyklastøðu eftir komandi val. Men tað krevur, at flokkurin framhaldandi fær viðvind í veljarakanningum og at flokkurin markerar seg meira. At hann er opin ? at hann fylgir sínum egna sjálvstýrisuppskoti, og tað merkir, at samtíðis sum hann tekur undir við parti av tí, sum samgongan hevur skotið upp, eisini syrgir fyri at krevja ávísar broytingar í hesum uppskoti. Vil landsstýrið ikki ganga honum á møti í hesum hevur hann einki annað at gera enn at marknaðarføra sína egnu sjálvstýrislóg.
Komandi val kann koma Tjóðveldisflokkinum aftur um brekku. Lorar hann ikki meira út verður torført hjá honum at finna samstarvspartnarar. Eftir seinasta val fekk Javnaðarflokkurin Svartaper. Hann kann lættliga enda í hondunum á tjóðveldismonnum eftir næsta val!










